Fleiri støð hava mist vatnið í frostinum

- Fyri at kunna savna eitt sindur av vatni saman í kvøld og í nátt verður stongt fyri vatninum í allari kommununi frá klokkan 22 í kvøld, siga tey í teknisku nevnd hjá Tvøroyrar kommunu í dag.

 

- Nú liggjandi kavi hevur verið í fleiri dagar, og kuldastigini eru støðug, eru áirnar kring um í kommununi frystar meginpartin av samdøgrinum.

 

Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.

 

- Hetta merkir sjálvandi, at vatnnøgdirnar, sum renna í uppsamlingsbrunnarnar, eru ikki nøktandi. Longu nú eru fleiri støð í kommununi, sum einki vatn hava.

 

Í Tvøroyrar kommunu harmast tey um støðuna, men í løtuni fáa tey einki gjørt við hetta.

 

- Arbeitt verður við at sleppa niðan í Rangabotn eftir vatni, men har er trupult at sleppa fram fyri kava. Arbeitt verður tó við hesum og at bøta um støðuna.

 

Lagt verður aftrat, at fyri at fyri at kunna savna eitt sindur av vatni saman í kvøld og í nátt, verður stongt fyri vatninum í allari kommununi frá klokkan 22 í kvøld til klokkan 06 í morgin tíðliga.

 

- Kuldin sær út til spakuliga at víkja, tá vit nærkast vikuskiftinum, og vónandi fer hetta at føra við sær, at vatnveititingin aftur koyrir optimalt, siga tey í teknisku nevnd hjá Tvøroyrar kommunu í dag.