Fleiri tiltøk á jólum verða avlýst

Nú skulu vit taka tað seinasta takið saman, sigur løgmaður

Á jólum í ár verða fleiri av teimum tiløkum, sum plaga at vera á jólum, avlýst. Tað boðar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður frá í dag.

Landsstýrið hevur akkurát kunngjørt nýggjar reglur í royndunum at basa koronu og tað rakar eisini jólini.

Løgmaður sigur, at á skúlum, frítíðarskúlum og dagstovnum er neyðugt at vísa varsemi og skulu tey ikki skipa fyri størri tiltøkum, har onnur enn tey, sum plaga at vera á stovnunu, plaga at verða. Tað merkir, at tað verða eingi jólatiltøk, har foreldur og onnur eru við, og tað verða heldur ongar jólagudstænastur fyri børnini, sum tað plagar at vera.

Fólkakirkjan hevur eisini gjørt av at avlýsa siðbundnu gudstænasturnar jólaaftan og jóladag, men ístaðin verður gudstænasta send í sjónvarpi og á internetinum. Og løgmaður mælir øðrum samkomum til at gera tað sama.

Hann sigur, at koppingarevni verður tókt í næstum so jólini, og nýggjárið, verða helst tann seinasta, stóra avbjóðingin og hann heitir á øll um at taka tað seinasta takið saman fyri at forða fyri smittuspjaðing.