Floksmannaskinkur torna væl í Hattarvík

Stóru skinkurnar - 12 kg stykki - hava nu hingið úti í Hattarvík í skjótt hálvtannað ár.

Tær torna væl, og væl er lagst á tær av tí gandinum, mikrofloruni, sum ger at vit hava ræst og turt kjøt her á landi.

Ætlanin er, at á Floksmannadegnum seinast í juni verða skinkurnar royndar, og nógv verður gjørt burturúr og við specialløgi frá Føroya Bjór til skinkurnar, siga fyrireikararnir.

Símun Gullaksen og Johan Mortensen, sum standa aftan fyri hesi projekti, eru spenntir og um alt gongur eftir vild, so er ætlanin at turka størri nøgdir av skinku til turkingar í Hattarvik ætlaðar til útflutnings.

– Tað er sera stórur áhugi uttanlands fyri hesum skinkum, siga teir.

##med2##

 

##med3##