Fyrst fekk hann eina finnu og seinni fangaði hann riddaran hjá Hans Kristiani, sum brádliga ongir puntar hevði at flyta til. Talvið byrjaði við tí ensku byrjanini og teir telvaðu symetriskt nakað inn í byrjunarspælið. Men tá Hans Kristian heldur optimistiskt smekkaði finnuna út á e4 og at síggja til fekk eitt gott tak á miðjuni, kundi Elias við eini taktiskari snildu simpulthen taka finnuna. Tá riddarin eisini reyk, var støðan tapt og Hans Kristian gavst.
Høgni livdi upp til favoritt leiklutin, tá hann vann á Haldur Súna. Tað var eitt sindur av spenningi millum júst hesar báðar, tí seinast teir møttust, endaði tað talvið við javnleiki. Tá Haldur í dag spældi heldur óneyvt longu í 10. leiki við at seta rókin á b1, fekk Høgni initiativið frúgvamegin og vann greitt. Hevði Haldur flutt rókin á a2 í staðin, hevði Høgni ikki fingið b5 gjøgnumbrotið, og støðan hevði verið púra jøvn. Høgni vísti ósvitaliga tryggan teknikk eftir at hava tikið initiativið, og Haldur kundi eftir 25. leikir leggja kong.
Góði stimin hjá Willa frá liðkappingini í vetur, har hann einki talv tapti, helt sær í tí fyrsta umfarinum móti sitandi føroyameistaranum og favorittinum Luitjen Apol. Í einum talvi sum byrjaði sum okkurt slag av Pirc ella Philidor, við einum læstum sentrum, royndi Luitjen at skapa gjøgnumbrots møguleikar bæði frúgvamegin og kongamegin. Men næstan burturúr ongum var tað Wille sum fekk eitt initiativ kongamegin, har Luitjen sá seg meir og minni noyddan at taka javnleikin við leik endurtøku. Ein flottur javnleikur hjá Willa, sum hevur styrkitalið 1965 móti teimum 2326 hjá Luitjen.
Í seinasta talvinum í Landsliðsbólkinum í dag fekk Petur Magnus ein góðan javnleik móti Heðin Gregersen. Og tað hendi enntá eftir at Petur eitt skifti í miðspælinum stóð klárt betur. Í miðspælinum kom Petur at standa munandi betur eftir eina taktiska fløkju í miðspølinum sum endaði við, at hann fekk eina finnu á c7. Men tá hann avviklaði støðuna við at taka d6 finnuna og lata sína f4 finnu, í staðin fyri at bakka við riddaranum av c7, har hann hevði tikið eina finnu, og harvið dekkað sína egnu finnu á f4, tók Heðin av og forseraði ein javnleik. Tað vísir bara, at um tú fært kjansin, má hann takast umgangandi!
Í morgin møtir Høgni við hvíta fólkinum Willa, Elias hevur hvítt móti sitandi føroyameistaranum Luitjen, Heðin Gregersen hevur hvítt móti Hans Kristian og Haldur Suni hevur hvítt ímóti Petur.
Spurningurin er so, um Høgni við hvíta fólkinum fær sín væntaða favorit sigur móti Willa, ella um Wille heldur fast í sínum sterka stima og heldur móti rating favorittinum. Sigast má, at Wille hevur eina harða byrjan í kappingini, tí hann hevur svart ímóti báðum rating favorittunum tvey tey fyrstu umførini. Higartil hevur hann so hildið móti Luitjen.
Talvið millum Elias og Luitjen er eitt sindur ein unglinga uppgerð millum teir báðar sterku HT’ararnar. Kanska Elias megnar at halda við tí hvíta fólkinum?
So er spurningurin um Hans Kristian ger eitt kombakk við svarta fólkinum móti Heðin, ella um hann er blotnaður av tapinum í dag. Óansæð, so verður talvið teirra millum sera spennandi.
Til seinast hava vit so Haldur Suna móti Petur. Haldur kemur við einum tapi og Petur við einum javnleiki. Men við hvíta fólkinum má Haldur roknast sum favorittur.
Støðan eftir 1. umfar:
1. Elias
2. Høgni
3. Petur Gardar
4. Luitjen
5. Wille
6. Heðin
7. Haldur Suni
8. Hans Kristian
Saman við sponsorunum Klaksvíkar Kommunu, Norðoya Sparikassa, Malltek Byggivirkið, JFK, Føroya Bjór og Kjølbro Heilsølu bjóðar Klaksvíkar Talvfelag øllum til eitt sera spennandi næsta umfar á Skúlatrøð í morgin klokkan 14:00.