Vestmanna í gjár: Hevði skotvápn í bilinum

Orsøkin til at Vestmannavegurin varð stongdur í gjár var, at maðurin hevði skotvápn í bilinum

Tað tók 3 tímar og 42 minuttir, til løgreglan fekk tamarhald á støðuni á Vestmannavegnum í gjár, tá løgreglan steðgaði einum bili, sum førdi til, at Vestmannavegurin varð stongdur.

Sum vit vaktleiðarin hjá løgregluni segði í gjár, so var talan um »ein persón, sum var illa fyri, og løgreglan valdi hesa loysnina«. 

Orsøkin til, at støðan gjørdist so spent var, at maðurin hevði skotvápn í bilinum, og tí valdi løgreglan at binda um heilan fingur steingja vegin.

Ein annar persónur var í bilinum, men tann persónurin kom úr bilinum og var ongantíð í vanda, og maðurin var einsamallur í bilinum alla tíðina, tað tók at fáa tamarhald á støðuni. 

Vælmannað løgreglulig sóust á staðnum, men løgreglan fekk tosað mannin til rættis.

Tað tók løgregluni 3 tímar og 42 minuttir at fáa tamarhald á støðini.

– Maðurin var handtikin og er nú í tryggum hondum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Okkurt skal nú kannast víðari í málinum í mun til vápnið, um tað er lógligt. Sambært vaktleiðarinum er støða ikki til, hvat víðari skal henda, og at enn er eingin skuldseting.

– Hatta var ein hending, sum tók drúgva tíð at fáa tamahald á, sigur hann.