Forsetin í Kina, Xi Jinping, mælir til økt búskaparligt samstarv millum asiatisku londini og sigur, at eingin vinnari er í einum tollstríði.
Undan vitjan í Vietnam skrivar Xi í grein í vjetnamesiska blaðnum Nhan Dan, at tørvur er á at leggja meira "stabilitet og positiva orku afturat einum kaotiskum og samanhangandi heimi." Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
- Tað eru eingir vinnarar í handilsstríðum og tollstríðum, og protektionisman hevur ongan útveg, skrivar hann eisini í greinini, sambært kinesiska uttanríkisráðnum.
Kinesiski leiðarin nevnir ikki USA, men grein hansara kemur í eini tíð, har USA eftir boðum frá Donald Trump, forseta, hevur sett høgan toll á kinesiskan innflutning.
Kina hevur svarað aftur við at hækka tollin á amerikanskum vørum.
Protektionisma fevnir um ein búskaparpolitikk, har tollur og aðrar handilsforðingar verða nýttar til at royna at verja fyritøkur móti kapping úr útheiminum.
Sambært Donald Trump hava eitt stórt tal av londum - harímillum Kina - roynt at hildið USA burtur frá sínum marknaðum gjøgnum toll. Tað er órættvíst, hevur amerikanski forsetin sagt, sum hevur sett toll uppá 145 prosent á kinesiskar vørur.
Kina hevur harafturímóti sett 125 prosent toll á vørur úr USA.
Renturnar bæði í USA og Kina eru hækkaðar fleiri ferðir seinastu vikurnar.
Kinesiska síðan hevur sagt, at hon søkir um samrøðu við USA, men at hon fer at "stríðast allan vegin" fyri at verja kinesisk áhugamál.
Í vjetnamesisku greinini skrivar Xi Jinping, at tað er umráðandi, at veitingarketurnar eru støðugar.
Hann leggur afturat, at tað skal vera meira samstarv á økisstigi. Hann skrivar, at hann er fegin um at kunna innflyta dygdargóðar vørur úr Vietnam.
Kinesiski forsetin eggjar eisini kinesiskum fyritøkum at gera íløgur í Vietnam.
Ritzau/Reuters