Tað verður við vissu eitt føroyingalið í finalunum um meistaraheitið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Tað vera nevnliga liðið hjá Halla Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding og liðið hjá Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi, ið møtast í hálvfinalunum.
Spælt verður best av fimm dystum í hálvfinalunum. Endar tað við fimm hálvfinalum fær Valur tríggjar heimadystir.
Fyrsta hálvfinalan verður leikt í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík. Hon verður leikt skírisdag klokkan 18.30.
Liðini hittast í Mosfelsbær týskvøldið 22. apríl klokkan 18.30. Fríggjakvøldið 25. apríl klokkan 18.30 hittast liðini aftur á heimavøllinum hjá Vali.
Ein møgulig fjórða hálvfinala verður leikt í Mosfelsbær 28. apríl, og ein møgulig fimta finala verður leikt á heimavøllinum hjá Vali 2. mai.
Spennandi dagar hjá teimum fýra føroyingunum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.