FM1: Liðskiparin bløddi í nøsuni undir dystinum

(FM1) Liðskiparin, Viljormur Davidsen hevði ein strævnan dyst, har ein bløðandi nøs darvaði

##med2##

 

Føroyski liðskiparin, Viljormur Davidsen hevði ein harðari dyst enn hinir leikararnir. 

 

Aftaná ein samanstoyt fór nøsin hjá Viljormi at bløða illa, og hann mátti út av vøllinum at fáa viðgerð. Í samrøðu við reportaran hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig segði hann seg óttast fyri, at nøsin møguliga kundi vera brotin.

 

Um 1-1 javnleikin móti Moldova sigur Viljormur: - Vit vóru betur í fyrra hálvleiki, og Moldova var betra liðið í seinna hálvleiki.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Viljorm Davidsen.

 

##med3##

 

Samrøða: Viljormur Davidsen

Samrøða: Viljormur Davidsen