FM1: Håkan ætlar at allir útileikararnir skulu fáa møguleikan

(FM1) Hoyr hvat landsliðsvenjarin hevði at siga eitt samdøgur undan venjingardystinum móti Norðurmakedonia

Mynd: Petur Asbjørn Lervig, FM1

##med2##

 

Klokkan 17 byrjar venjingardysturin millum A-landsliðini hjá Norðurmakedonia og Føroyum í Skopje. Talan er um fyrsta A-landsdystin nakrantíð millum Norðurmakedonia og Føroyar. 

 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Upptaktin á FM1 byrjar klokkan 16.15.

 

Í samrøðu við Petur Asbjørn eitt samdøgur undan dystinum sigur Håkan Ericson, at hansara ætlan undan ferðini var, at allir útileikararnir í hópinum skulu sleppa á vøllin á hesum túrinum, og tað ætlar hann at halda fast í. Vit kunnu vænta sjey broytingar í mun til byrjanaruppstillingina í dystinum í Moldova, har vit fingu javnleik 1-1 og fyrsta stigið í hesari EM-undankappingini.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Håkan Ericson. 

 

##med3##

 

Mynd: Petur Asbjørn Lervig, FM1

Samrøða við Håkan Ericson eitt samdøgur undan dystinum móti Norðurmakedonia

Samrøða við Håkan Ericson eitt samdøgur undan dystinum móti Norðurmakedonia