FM1: Shaki vil hava eitt munandi betri avrik móti Norðurmakedonia

(FM1) Hoyr hvat René Shaki Joensen hevði at siga eitt samdøgur undan venjingardystinum móti Norðurmakedonia

Mynd: Petur Asbjørn Lervig, FM1

Samrøða við René Shaki Joensen eitt samdøgur undan dystinum móti Norðurmakedonia

Samrøða við René Shaki Joensen eitt samdøgur undan dystinum móti Norðurmakedonia

Klokkan 17 byrjar venjingardysturin millum A-landsliðini hjá Norðurmakedonia og Føroyum í Skopje. Talan er um fyrsta A-landsdystin nakrantíð millum Norðurmakedonia og Føroyar. 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Upptaktin á FM1 byrjar klokkan 16.15.

Í samrøðu við Petur Asbjørn eitt samdøgur undan dystinum sigur René Shaki Joensen, at hann ætlar, at liðið skal avrika munandi betri móti Norðurmakedonia. Móti Moldova var tað eitt góðkent avrik í fyrra hálvleiki, men langt frá eitt góðkent avrik í seinna hálvleiki.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við René Shaki Joensen. 

Mynd: Petur Asbjørn Lervig, FM1

Samrøða við René Shaki Joensen eitt samdøgur undan dystinum móti Norðurmakedonia

Samrøða við René Shaki Joensen eitt samdøgur undan dystinum móti Norðurmakedonia