Føroya mál á mannatungu...ella?

Træið er ikki sterkari enn rótfestið. Føroyskt mál er undir stórum trýsti, og okkurt má gerast!

 

Gerandisstøður í Føroyum anno 2022:

 

Eg eri í Burger King: Eg vil gjarna hava eina matskrá nummar 4, men minus agurk....sorry, can you speak English. Á, ja...can I have a menu number four but no agurk...?

 

Eg eri í einum skúla, og har sita tveir dreingir og tosa enskt saman. Eg fari yvir at heilsa uppá. Hi and where do you boys come from? ....øhm (awkward silence, sum tey siga) ...vit eru føroyingar, men práta ofta enskt saman, tað er bara – I don’t know – tann mátin vit connecta best...

 

Eg keypi hjá Magn: Hey! 300 kr bensin í pumpu nummar 3, og eg hugsaði eisini at fáa eina bagel við laksi....sorry... See my badge? I can’t speak Faroese – please speak English...Áh, ja for sørin...”Eg tosi enskt-skeltið hongur á troyggjuni....

 

Eg havi  ein triðja flokk: Góðan morgun, flokkur! Í morgun eiga tit at hava støddfrøði, men eg hugsaði...ja, Døgg, hvat sigur tú? ”Hann er nýggjur – hann skilir ikki føroyskt, hann skilir bara enskt”. Á, ja...ok, good morning class. This morning...

 

Eg undirvísi í føroyskum sum annaðmál: Ok, so fara vit at taka tølini. Vit byrja – byrja means begin – with ten. Royn nú! Tíggju...tjúgu...ehm tretivu...fjøruti...nei, I don’t remember...Tað er í lagi, it’s okey. Let’s try again....tíggju...

 

Drotningin er á vitjan í Fuglafirði. Deres Kongelige Højhed. På det her kort kan De se alle de 27 nationaliteter, som er representæret på vores skole...” 27! tjóðskapir í einum bygdarskúla í Føroyum.

 

Yngsti sonurin sigur, meðan vit tosa um eitthvørt: Eg finni ikki orðið, Babba....hvat var tað nú....confused...á ja forvirraður!

 

Ja, tað er ikki lítið forvirrandi, má sigast. Og órógvandi. Føroyar eru í fagrasta blóma á so mangan hátt. Metlágt arbeiðsloysi. Metstórt íbúgvaratal. Metstórur útflutningur. Metstórt ja, vit kundu blivið við at reksa øll metini upp, og tað er fantastiskt! Framskygd og virkisfús vinnulívs- sjó- og verkafólk hava skapt okkum eitt ótrúligt samfelag saman við góðum og dugnaligum arbeiðsfólki innan skúla, stovnar, umsiting osfr. ‘Træið’ Føroyar – fyri at nýta ta samanberingina – hevur ongantíð verið so stórt sum nú, men eru vit við at missa okkum sjálvi burtur í øllum meldrinum? Træið er ikki sterkari enn rótfestið! Og rótfestið – hvat er tað? Tað er fyrst og fremst mál okkara. Tað er søga og mentan okkara.

 

Hvat ætla tey ráðandi at gera við málstøðu føroyinga? Vit eru so fáment, og eiga vit ikki at varðveita henda dýrgrip, sum okkara mál er? Soleiðis spyr ein lærari á facebook, og sigast má, at spurningarnir eru meiri átrokandi enn nakrantíð. Tað er veruliga tíð uppá, at vit seta tjóðarbygging og tjóðskap aftur á skrá.

 

Hesum fari eg heilt vist at arbeiða fyri, verði eg valdur 8. desember.

 

Bárður á Lakjuni,

 

Fólkaflokkurin