Føroyar mugu ikki gerast ein brikkur í stórpolitikki

Pravda skrivaði fyri nøkrum døgum síðani, at tá Russland longu hevur eitt samstarv við Føroyar, er upplagt, at Russland fær Føroyar, nú Amerika ætlar sær Grønland.

Yvirlýsing frá Sjálvstýri: Broytt stórpolitisk støða krevur øðrvísi politiskar raðfestingar í Føroyum.

 

Heimurin broytist og tørvurin á at standa saman veksur. Í eini tíð við vaksandi stórpolitiskum ágangi er týdningarmikið at styrkja samanhaldið og samstarvið við onnur lond og felagsskapir. Føroyar mugu tí ikki standa einsamallar í einum heimi við vaksandi spenningum, men í staðin finna styrki í samstarvi við lond, sum deila okkara virðir.

 

Vit mugu tryggja, at Føroyar ikki gerast eitt amboð í einum geopolitiskum spæli.Tá ið altjóða stórveldi royna at gera Føroyar til ein brikk í einum politiskum spæli, er okkara skylda sum tjóð at standa saman um at verja okkara áhugamál.

 

Sjálvstýri hevur altíð og fer altíð at standa fast við okkara grundsjónarmið um sjálvsavgerðarrætt og sjálvstýri. Men í einari tíð sum hesari, er tað avgerandi at savna okkum og standa saman ímóti stórpolitiska áganginum, sum nú sær út til at hótta okkara trygd, sjálvræði og fólkaræði.  

 

 

 

Sjálvstýri