Føroyingar keypa fleiri elbilar enn aðrar bilar

Sølan av elbilum hevur nú yvirhálað søluna av bensin- og dieselbilum

Tað sæst í hagtølunum frá Akstovuni, sum hevur gjørt støðuna upp við akfarssøluna ársins fyrstu níggju mánaðir.

Tilsamans eru skrásettir 879 nýggir persónbilar frá 1. januar til 1. oktober. Sama tíðarskeið eru skrásettir 548 elbilar. Hóast onkur vøruvognur helst er millum elbilarnar, so kunnu vit við rættiliga stórari vissu siga, at eini 60 prosent av persónbilunum, sum eru seldir í ár, eru elbilar.

 

Sama tíðarskeið eru 15 el vøruvognar skrásettir. Tað merkir, at talið av el persónumbilum er 533 ella 61 prosent av teimum 879 persónbilunum, sum eru skrásettir higartil í ár.