Afturelding fór við sigrinum - føroyingarnir hjá Vali skutu 11 mál

Neyðugt verður við fimtu og avgerandi hálvfinaluni á heimavøllinum hjá Vali

Tað stendur á jøvnum 2-2 í hálvfinalu og føroyingauppgerðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding hevði knívin á barkanum, tá teir í kvøld í fjórðu hálvfinaluni tóku ímóti Bjarna í Selvindi, Allani Norðberg og liðfeløgunum í Vali í Ítróttarhøllini í Varmá í Mosfellsbær. Tapti Afturelding hevði Valur tryggjað sær pláss í finalunum. 

 

Tað endaði við 29-26 sigri til Afturelding, og harvið er neyðugt við fimtu og avgerandi hálvfinaluni í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík komandi fríggjakvøld klokkan 20.30.

 

Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum Afturelding-Valur hendan: 3:3, 7:5, 9:9, 10:13, 13:13, 16:13, 17:14, 22:17, 23:19, 26:22, 27:24, 29:26.

 

Bjarni var toppskjútti hjá Vali við sjey málum. Allan var næstbesti málskjúttin hjá Vali við fýra málum. Afturelding hevði ongan føroyskan málskjútta í kvøld.

 

Vinnarin av fimtu hálvfinaluni millum Val og Afturelding møtir Fram í finalunum. Fram vann 3-1 á FH í hálvfinaluuppgerðini teirra millum. 

 

##med2##

 

 

 

Føroyingarnir hjá Vali skutu 11 mál í kvøld.