Vit skrivaðu fyrr í morgun, at løgreglan umhugsaði at almannakunngera eina mynd av kvinnu, sum hevur stolið fyri einar 8.000 krónur í einum handli í Havn.
Stuldurin fór fram 16. apríl, og vakmyndatól er í handlinum, sum hevur tikið týðuligar myndir av kvinnuni.
Løgreglan vildi fyrst kanna innanhýsis at vita, um ikki onkur kendist við kvinnuna. Síðani hava tey umhvusað at almannakunngera myndina fyri at fáa hjálp frá almenninginum.
Men løgreglan hevur í dag sett tað á pausu, sum vaktleiðarin málber seg.
Lesið eisini: Fara at kunngera mynd av kvinnu sum stjól
– Vit halda ikki, at proportiónirnar í hesum máli er nóg stórar til at almannakunngera myndina nú. Vit hava aðrar møguleikar at fáa greiðu á hesum, sum vit royna fyrst, sigur vaktleiðarin.