Hákun vann á Vilhelmi - Füchse Berlin er fremst

Í dag møttust liðini hjá Hákuni West av Teigum og Vilhelmi Poulsen

Tíðliga seinnapartin var føroyingauppgerð og samstundis toppuppgerð í bestu týsku hondbóltsdeildini.

 

Í Max Schmelling høllini í Berlin tók liðið hjá Hákuni West av Teigum móti liðnum hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf. 

 

Dysturin endaði við 37-33 sigri til Füchse Berlin. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri 17-15.

 

Hákun var effektivur í dag. Hann skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir. Vilhelm skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir.

 

Füchse Berlin er fremst í deildini við 44 stigum. Melsungen er næstfremst við 42 stigum. Hannover Burgdorf er nummar trý við 39 stigum.