Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, ákærir Russland fyri fleiri enn 2.000 brot á vápnahvíldina, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, lýsti leygardagin.
- Síðani byrjanina í dag hevur russiski herurin brotið vápnahvíldina hjá Putin yvir 2.000 ferðir, skrivar Zelensky í einum uppslagi á X sunnukvøldið.
- Eftir øllum teimum stóru frontlinjunum hevur Russland í roynd og veru ikki hildið sítt egna lyfti um vápnahvíld.
Sambært fráboðanum, sum Zelensky fekk frá ovastu leiðarunum her, vóru 67 russisk álop á ukrainskar støður sunnudagin. Hetta er serliga galdandi í økinum kring Pokrovsk.
Tað hava verið 1355 russiskar skottilburðir, harav 713 vóru við tungum lóðuri.
Harumframt hava russar brúkt dronur 673 ferðir, boðar ukrainski forsetin frá.
Men eingi loftálop hava verið í dag, leggur Zelensky afturat.
Hann mælir til, at Russland heldur fram við tí partinum av vápnahvíldini og steðgar øllum álopum við langtrøkkandi dronum og rakettum móti sivilum málum í minst 30 dagar.
- Hetta er tað slagið av vápnahvíld, sum er uppiborið og er lættast at leingja.
- Um Russland ikki tekur undir við slíkum stigi, so verður tað prógv um, at landið ætlar at halda fram við tí, sum oyðileggur mannalív og leingir um kríggið, skrivar hann.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hvørs sendimenn hava havt fleiri fundir við Putin og umboð fyri hansara stjórn um vápnahvíld, hevur vón um eina avtalu millum Ukraina og Russland heilt skjótt.
- Vónandi fara Russland og Ukraina at gera eina avtalu hesa vikuna, skrivar Trump á vanga síni á sosialu miðlunum, Truth Social.
- Báðir fara so at byrja at gera stórhandil við USA, sum er í blóma, og tjena eina rúgvu!
Trump leggur ikki nakrar smálutir ella upplýsingar afturat um, hvørt ein slík avtala er í gerð.
Vápnahvíldin í 30 tímar, sum Putin lýsti á páskum, fer úr gildi í kvøld klokkan 22. okkara tíð.
Fyrr í dag boðaði talsmaðurin hjá Putin, Dmitrij Peskov, frá, at forsetin ikki hevur givið boðini um at leingja vápnahvíldina.
/Ritzau/