Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt støðuna upp fyri átta teir fyrstu mánaðirnar av árinum.
Við 189 seldum bilum í ár er Toyota á fremsta plássi. Næst japanska Toyta kemur týski Volkswagen við 169 og síðani Ford við 162.
Toyota er ein sera væl umtóktur bilur í Føroyum og hevur mangan verið ársins mest seldi bilur – eisini í fjør, tá Toyota seldi 294 nýggjar bilar og eisini var Føroya mest seldi bilur.
Topp 10 listin yvir mest seldu bilmerki í ár sær soleiðis út:
TOYOTA 189
VOLKSWAGEN 169
FORD 162
HYUNDAI 135
VOLVO 120
KIA 108
MERCEDES-BENZ 89
RENAULT 60
CITROEN 59
SUZUKI 51
Og topp 10 listin yvir mest seldu bilar í august sær soleiðis út:
VOLKSWAGEN 28
FORD 21
SUZUKI 16
TOYOTA 16
RENAULT 14
BRENDERUP 13
KIA 11
HYUNDAI 9
AUDI 8
MERCEDES-BENZ 8