Talan er um serføroyskt tiltak við framsýning og sølu av staðbundnum dygdarhandverki úr ull, skinni, leiri, træi og øðrum góðum tilfari. Eisini er smakkgóða mathandverki frá føroysku bygdunum umboða á tiltakinum.
Tey vitjandi kunnu fáa mettuna á staðbundna matmarknaðinum og støkkuppkaféini báðir dagarnir. Umframt framsýning og sølu av handverki verða aðrir táttar á skránni.
Eitt nú kunnu tey vitjandi læra at gera bróstsukur við Útistovugarðinum á Trøllanesi og seyma indur til blóðmør við Uppistovu á Trøllanesi, og Anni og Erla fara at práta um føroyska skinnvøru.
Livandi tilfeingi er opið leygardagin 23.novembur frá 11.00 til 18.00 og sunnudagin 24.novembur frá 13.00 - 18.00.
Tað er ókeypis at luttaka, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í Perluni og Reinsarínum í vikuskiftinum.