Dánial Hoydal, stjóri í Faer Isles Distillery, er gestur í sendingini Búskapur & Vinna, har búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum er vertur. Sendingin verður at síggja á Rás 1 í Televarpinum mikukvøldið.

Føroyskt whisky brennarí virðismett til 150 milliónir krónur

Ein skjótt vaksandi eftirspurningur, kostnaðarmikil byrjan og serstøk føroysk frábrigdi eru sambært Dániali Hoydal grundgevingarnar fyri høgu virðismetingini av unga føroyska brennaríinum, sum væntast at selja fyrstu whiskyfløskurnar í 2026.

Dánial Hoydal, stjóri í Faer Isles Distillery, er gestur í sendingini Búskapur & Vinna, har búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum er vertur. Sendingin verður at síggja á Rás 1 í Televarpinum mikukvøldið.

Dánial Hoydal er stjóri og ein av stovnarunum av fyritøkuni Faer Isles Distillery, sum í fjør lat dyrnar upp á brennaríinum í Kvívík og fór undir framleiðslu av whisky fyrr í ár. Í sendingini Búskapur & Vinna á Rás 1 í Televarpinum í kvøld er Dánial gestur í sendingini, har hann millum annað avdúkar, at unga íverksetarafyritøkan í næstum fer at bjóða partabrøv til almenningin.

 

Lítla føroyska fyritøkan við sæti beint uttanfyri í Kvívík hevur allan heimin sum marknað fyri sínum vørum, men byrjaði bókstaviliga á berum fyri bert 3 árum síðani, tá fyrstu tekningarnar til nýggja destillaríið blivu kunngjørdar. Íløgur eru nú gjørdar fyri yvir 40 milliónir krónur í bygningar, útgerð og vørugoymslu. Gin, vodka og akvavitt eru á vøluhyllini nú, men fyrr í ár bleiv framleiðslan av whisky eisini sett í gongd.

 

Hóast fyritøkan hevur til góðar at selja sínar fyrstu fløskur av whisky, tá whiskyframleiðsla tekur í minsta lagi trý ár, hevur leiðslan í fyritøkuni virðismett seg sjálva til heili 150 milliónir krónur. Hetta framgongur av kunningartilfari, sum leiðslan hevur gjørt í sambandi við, at fyritøkan í næstum fer at bjóða verandi og nýggjum partaeigarum at teknað partapening. Partabrøv fyri upp til 15 milliónir krónur skulu seljast, svarandi til 10% av fyritøkuni. Av tí at partabrøvini verða boðin út alment skal prospekt gerast, ið skal undangóðkennast av danska fíggjareftirlitinum. Tann tilgongdin er í gongd.

 

Í sendingini undrast Johnny í Grótinum, vertur, yvir høgu virðismetingina av Faer Isles Distillery á 150 milliónir krónur. Dánial Hoydal vísir á skjótt vaksandi eftirspurningin eftir hágóðsku whisky og sereyðkennini við føroyskum whisky lagra í føroyska opnahjallinum, sum nakrar av grundgevingunum fyri høgu sølutølunum, sum liggja til grund fyri høgu virðismetingini av felagnum. Longu í ár búsketterar fyritøkan við yvirskoti grundað á søluna av hinum vørunum og whisky á tunnu, og tað er sambært Dániali ein stórur fyrimunur.

 

Eitt brot úr samrøðuni sæst her:

 

https://fb.watch/kAj7tWD7zm/

 

Nevndarformaður í Faer Isles Distillery er navnframi íverksetin Heini Zachariassen, stovnari og fyrrverandi stjóri í Vivino, sum stendur fyri heimsins mest brúktu vín-app. Bogi Karbech Mouritsen stovnaði saman við Dániali Hoydal fyritøkuna Faer Isles Distillery fyri nøkrum árum síðani, tá hann eisini bleiv fyrsta starvsfólki í fyritøkuni, sum helt til í Hugskotinum í Havn fyrstu tíðina.

 

##med2##

Evnið í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna er nýskapan og íverksetan innan brennarí og bryggjarí í Føroyum. Umframt Dánial Hoydal verður Johannes Jensen eisini gestur í sendingini. Johannes er ein av stigtakarunum og stovnarunum av nýggja mikrobryggjaríinum OY, sum hann kemur at greiða frá í sendingini. Tær báðar smáu fyritøkurnar hava tað til felags, at tey hava ein breiðan skara av partaeigarum, sum hava sett váðafúsa fígging í fyritøkurnar báðar.

 

Sendingin Búskapur & Vinna verður at síggja á Rás 1 hjá Televarpinum í kvøld klokkan 20 og 22. Í komandi viku verður sendingin eisini tøk sum netvarp á heimasíðuni hjá Televarpinum, www.tv.fo, har fyrstu 17 sendingarnar eisini eru tøkar.

 

Dánial Hoydal, stjóri í Faer Isles Distillery, er gestur í sendingini Búskapur & Vinna, har búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum er vertur. Sendingin verður at síggja á Rás 1 í Televarpinum mikukvøldið.

Bogi Karbech Mouritsen, fremst á myndini, stovnaði saman við Dániali Hoydal fyritøkuna Faer Isles Distillery. Fyrstu tíðina helt fyritøkan til í Hugskotinum í Havn.