Kendi, og fólkakæri danski sjónvarpsverturin, Poul Thomsen, er deyður. Tað skriva danskir miðlar í dag. Hann var 84 ára gamal, nú hann sovnaði burtur í gjár. Hann var kendur í hvørjari stovu við sendirøðum, sum »Dus med dyrene« og »Hund og hund imellem« Í hesum stillføru sendingunum greiddi hann okkum frá um tey djórini, sum vit hava ímillum okkum og har hann svaraði spurningum frá hyggjarum um púra vanlig gerandis-viðurskifti, sum høvdu við dýr at gera. Og tað gjørdi hann á so góðum, donskum gerandismáli, at hann fekk donsku móðurmálsvirðislønina fyri gott málbrúk. Hann var sjálvlærdur
um