Fólkaræðið á Tvøroyri er hótt

Bólkurin ”Livilig kor á Tvøroyri” hevur rættiliga fingið at merkja, hvussu illa fólkaræðið á Tvøroyri riggar. Í tríggjar mánaðir hava vit í fleiri umførum vent okkum til Tvøroyrar Býráð við vón um at fáa eina samrøðu í lag, men aftur og aftur hava vit rent okkum í ein múr. Her valdar fullkomin líkasæla frá býráðsins síðu við borgarans hugsan, iva og ikki minst stúranir, og eftir sita vit við eini tómari kenslu av, at tað als ikki nyttar at tosa við okkara fólkavaldu.

 

Søgan byrjar 29. desember 2022, tá ið Varðin Pelagic í skúlagarðinum í Trongisvági(!) handaði borgarstjóranum umsókn um byggiloyvi til eina protein- og lýsiverksmiðju í miðbýnum á Tvøroyri. Til handanina var Kristin Michelsen, borgarstjóri, umboð fyri Tvøroyrar kommunu – her avmyndaður saman við 9 umboðum fyri Varðan Pelagic.

 

##med2##

(Mynd: tvk.fo)

 

Tíðindi bórust um, at Varðin ætlaði at seta ein 60 metur høgan skorstein umframt goymslutangar upp í miðbýnum – hetta undir liðini á størsta pelagiska virki í Evropa – í hjartanum á okkara býi.

 

Tíðindini skakaðu nógvar borgarar. Verkætlanin verður mett at hava nógvar vansar, bæði fyri okkum, sum búgva í nærmasta grannalagi, men eisini fyri framtíðina hjá Tvøroyri og oynni sum heild. Sum onkur tók til: hvat høvdu borgarar í Eysturkommunu sagt til at fingið hesar tangar og skorstein onkustaðni miðskeiðis ímillum Blásastovu og snøgga arkitektteknaða kommunustýrissalin í Gøtu?!

 

Hinvegin kundi verkætlanin havt fleiri fyrimunir á røttum stað, og hesar vildu vit fegin umrøða. Fyri okkum er tað altavgerandi at bæði vinna og fólk trívast og hava tað gott á Tvøroyri. Men avgerðin tyktist langt síðan at vera tikin, uttan nakað sum helst fyrilit fyri okkum borgarum.

 

Borgarafundur fyri borgaran ella lýsingarátak fyri Varðan Pelagic?

 

Áhugabólkurin ”Livilig kor” skipaði seg tá og eftir stuttari tíð høvdu 48 borgarar skrivað seg upp at fáa alment innlit í umsóknina frá Varðanum. Tann 5. januar varð søkt um alment innlit í byggiætlan frá byggiharrum, tekningar, kort og møguligar myndir. Somuleiðis fevndi umbønin um innlit í ætlaða byggivídd og frágreiðing um ætlað virksemi. Borgarar vóru serliga forvitnir eftir at síggja myndirnar. Neyðarróp vórðu samstundis send býráðslimum frá borgarum umvegis teldupost, tí døpurhugi valdaði, nú tilverugrundarlagið var farið at ridla.

 

Sama dag, 5. januar, varð lýst við borgarafundi í sambandi við útbyggingina hjá Varðanum Pelagic, sum skuldi vera í SALT 24. januar. Tvøroyrar kommuna gjørdi eina skrá við trimum punktum, meðan Varðin Pelagic gjørdi eina heilt øðrvísi skrá við 14 serfrøðingum, sum borgarin skuldi kunna venda sær til. Hetta vóru tó alt serfrøðingar hjá Varðanum Pelagic. Ikki eitt einasta óheft umboð frá almennum føroyskum myndugleikum fór at vera til staðar.

 

Við vón um at fáa eitt kjak á hesum sonevnda borgarafundi – millum borgarar – um fyrimunir OG vansar við verkætlanini, sendi ”Livilig kor” beinanvegin umbøn um eisini at sleppa á skránna, men umbønin varð ikki so mikið sum svarað. Eingin av borgarunum, sum sendu kommununi teldupost við neyðarrópum fingu heldur annað enn eina váttan um móttøku.

 

Tann 13. januar fingu borgarar játtað partvíst alment innlit í umsóknina hjá Varðanum. Boðað varð frá, at talan var um eina umsókn, sum í alt taldi 21 síður, og Tvøroyrar kommuna avgjørdi ”fyribils” at geva borgarunum innlit í 3 tær fyrstu síðurnar. Hetta fevndi ikki um tekningar og sostatt fekk borgarin ógvuliga avmarkað innlit áðrenn borgarafundin.

 

18. januar kunngjørdi kommunan alment, at hálvur tími varð settur av til framløgur frá borgarum, og at tey, ið vildu nýta henda møguleika, skuldu gera avtalu við kommununa um hetta í seinasta lagi 20. januar kl. 12. Nú hevði borgarin tveir dagar at fyrireika seg. Vit tóku sjálvandi av møguleikanum, og royndu at fyrireika okkum – leikfólk – sum frægast.

 

Á degnum vórðu vit umrødd, sum “mótstøðubólkurin”, sum um talan var um nakra javnvág millum tveir mótstríðandi partar. Fyri tað fyrsta var sjálvandi eingin javnvág í hesum samanhangi, og fyri tað næsta hava vit ongantíð verið ímóti útbyggingini hjá Varðanum Pelagic. Allir borgarar á Tvøroyri ynskja framburð, men hetta skal sjálvsagt gerast við skynsemi á rættan hátt og á røttum stað.

 

2. februar, eina viku eftir fundin, mátti ”Livilig kor” senda kommununi áminning um vantandi almenna innlitið í umsóknina hjá Varðanum Pelagic. 4. februar fekk bólkurin endiliga írestandi skjøl, og myndirnar í umsóknini kundu neyvan verið nógv longri frá glansmyndunum, sum Varðin vísti fram í SALT:

 

##med3##

 

##med4##

 

(Mynd: frá almennum innliti í umsókn um byggiloyvi frá Varðanum Pelagic)

 

(Mynd: vardin.fo)

 

Tvørligt fyri borgaran at koma í dialog – lagað manni fyri Varðan Pelagic

 

Við sera avmarkaðari tíð á borgarafundinum og lítlum og ongum veruligum kjaki, vildu vit gera eina nýggja roynd at fáa eina samrøðu við okkara fólkavaldu. Vit ynsktu at tosa um aðrar loysnir, áðrenn tey valdu at broyta byggisamtyktina.

 

Tann 9. februar bjóðaðu vit tí Tvøroyrar Býráði á fund 24. februar. Heldur margháttliga høvdu vit fingið “góð ráð” frá einum býráðslimi um at senda innkallingina til allar býráðslimir, tí at boð, ið komu til felags teldupostin av onkrari orsøk høvdu ilt við at røkka øllum býráðslimum! Tískil sendu vit fundarinnkalling til allar býráðslimir á Tvøroyri. Men hetta skuldi vísa seg at vera ein fadesa.

 

Fundarinnkallingin endaði sum ”Lukkað mál” á býráðsfundi hjá Tvøroyrar Býráði 20. februar. Á somu fundarskrá áðrenn hesa viðgerð, varstøðutakan um broyting í byggisamtyktini.

 

Undir viðgerðini av broytingini í byggisamtyktini mælti býráðslimur, Súsanna Bertholdsen, til, at býráðið við virðing fyri borgarunum hevði fundin við bólkin ”Livilig kor” áðrenn avgerð varð tikin um at broyta byggisamtyktina, men hetta var ikki gingið á møti. Tað var bara Súsanna, sum atkvøddi fyri sínum tilmæli. Síðan atkvøddu allir býráðslimir, uttan Súsanna Bertholdsen, fyri at broyta byggisamtyktina til frama fyri útbygging hjá Varðanum Pelagic í miðbýnum. Súsanna atkvøddi blankt.

 

Á sama býráðsfundi segði borgarstjórin, at ”Livilig kor” høvdu fingið møguleika at bera sín boðskap fram á borgarafundinum í SALT. Harumframt metti borgarstjórin ikki fundarinnkallingina at vera adresseraða til Tvøroyrar Býráð, tí hon ikki var send til felags teldupostin. Tí stóð øllum frítt persónliga at velja, um tey høvdu hug at luttaka ella ikki.

 

Tey, ið valdu at koma á fund, vóru Bjarni Hammer, Anita Vibergsdóttir, Kristina Roest og Súsanna Bertholdsen. Jónleyg Bech, Kristin Michelsen og Alvi Mortensen høvdu øll grundgevingar fyri, hví tey ikki kundu koma á fund, men tey vístu heldur ongan áhuga fyri at finna eitt annað tíðspunkt, ið lá betri fyri.

 

Á hesum fundi fingu vit so høvi at spyrja tey uppmøttu, hvørjar visjónir tey hava fyri framtíðina á Tvøroyri, men eingin av teimum hevði nakað svar. Somuleiðis spurdu vit, hvør fakkunnleiki hevði ráðgivið teimum viðvíkjandi byggisamtyktini. Fakkunnleika mettu tey tó ikki nakran tørv vera á. Málið var viðgjørt í nevnd og tað var mett at vera nøktandi.

 

Vit í “Liviligum korum” vildu mett eina nógv gjøllari viðgerð og býarplanlegging at verið hóskandi, til dømis við hjálp frá býararkitekti, tekniskari vegleiðing og eini árinsmeting av umhvørvi. Umhvørvisnevndin hjá kommununi viðgjørdi málið kl. 14 sama dag, sum broytingin varð samtykt um nátturðatíð 20. februar, og kommunan hevur ongan tekniskan leiðara havt síðani juni 2022.

 

Hjá Varðanum Pelagic hevur eftir øllum at døma ikki verið eins striltið at fingið uppmerksemi frá býráðnum. Sum kunnugt fóru allir limirnir á rundferð í Evropa við starvsfólki hjá Varðanum Pelagic at leita sær íblástur til ídnaðarverksmiðjuna, sum skal byggjast fáar metrar frá húsunum, vit búgva í.

 

Somuleiðis var eitt samlað býráð niðri á virkinum hjá Varðanum Pelagic, eisini 20. februar, fyri at uppliva komandi útbyggingina í 3 dimensionellum brillum. Sum skilst, hevði Varðin Pelagic bjóðað einum danskara til Føroyar at vísa býráðslimunum, hvussu tað kom at síggja út í veruleikanum aftaná útbyggingina. Og tað hevði verið teimum eitt fantastiskt upplivilsi. Onkur býráðslimur fekk eisini at vita frá leiðsluni á Varðanum Pelagic, at tey eisini høvdu sent ”Liviligum korum” innbjóðing til 3D rundvísing umvegis kommununa. Men hetta tilboð fann ongantíð fram til nakran áhugabólk – ei heldur nakran annan borgara.

 

Borgarafundur uttan umboðan frá kommununi

 

”Livilig kor” hevur ikki somu fatan sum borgarstjórin, at vit hava fingið møguleika at bera okkara boðskap nóg væl fram. Til borgarafundin 24. januar høvdu vit, sum sagt, sera avmarkaða tíð og eingin óheftur serfrøðingur var til staðar.

 

Eftir okkara tykki var heldur ikki talan um ein borgarafund 24. januar, men heldur eitt lýsingarátak fyri Varðan Pelagic. Tí hava vit havt alstóran tørv á at skipa fyri egnum borgarafundi, sum tekur støði í borgaranum. Hesin varð hildin sunnudagin 26. mars, eisini í SALT.

 

Okkara ætlan var sjálvsagt at fáa umboð frá Tvøroyrar kommunu við á fundin, so at borgarar kundu fáa eitt veruligt kjak saman við sínum fólkavaldu. Somuleiðis sendu vit innbjóðing til umboð úr landsstýrinum, tí at landsins myndugleikar sanniliga eisini eiga part av ábyrgdini, at virkið hjá Varðanum Pelagic fekk skeiva staðseting frá byrjan av. Tí meta vit tað ikki órímiligt at krevja av landsins myndugleikum, at hesir gera sítt íkast til at finna eina loysn á støðuni, sum nú er íkomin av somu orsøk. Síðan bjóðaðu vit eisini Varðanum Pelagic at fáa umboðan við pallborðið.

 

Við læru frá seinastu fundarinnkalling sendu vit hesaferð innbjóðingina til felags teldupostin hjá Tvøroyrar Býráð – CC til Kristin Michelsen, borgarstjóra. Harumframt ringdu vit til borgarstjóran fyri at tryggja, at hann fekk persónliga innbjóðing, samstundis sum vit vístu á býráðslim, Bjarna Hammer, sum til dømis kundi umboðað andstøðuna. Lagt var greitt upp til, at um ikki lá fyri hjá borgarstjóra ella nevnda andstøðuumboði at koma, so kundu tveir aðrir býráðslimir sendast.

 

Okkara innbjóðing til kommununa endaði enn einaferð sum eitt mál til viðgerðar á eyka býráðsfundi – hesaferð tó ikki sum “lukkað mál”. Á býráðsfundinum varð sagt, at tveir navngivnir býráðslimir vóru bjóðaðir at luttaka við pallborð til borgarafund. Hjá hesum báðum lá ikki fyri at fara og niðurstøðan var so, at býráðið helst ikki bleiv umboðað. Onkur býráðslimur setti eisini spurnartekin við, um tað var neyðugt við hesum borgarafundi, tí ein borgarafundur longu hevur verið, har øll sluppu til orðanna. Also, er avgerðin, eftir øllum at døma, langt síðan tikin, hóast viðgerðin skal eitast fyri júst at vera byrjað.

 

Landspolitikkarar, sum fingu persónliga innbjóðing til at luttaka við pallborðið, bóru seg eisini undan, og somuleiðis takkaði Varðin Pelagic nei til at senda umboð til pallborðið. Tó skal viðmerkjast, at til fundin sunnudagin 26. mars var umboð frá umsitingini hjá Tvøroyrar kommunu, tríggir býráðslimir, nøkur umboð frá Varðanum Pelagic og umboð frá landsstýrinum ímillum áhoyrararnar. Summi fóru avstað, áðrenn fundurin var lokin, og eingin av hesum var eftir, tá ið orðið varð frítt og borgarin kundi seta spurningar.

 

Sum borgarar í Tvøroyrar kommunu eru vit illa við av ófantaligu viðferðini, ið vit hava fingið av Tvøroyrar Býráði og vit eru skelkað av framferðarháttinum, ið okkum hevur verið vístur.

 

Tá ið kommunan ikki tekur hædd fyri borgarum eins og hon ger tað fyri vinnuni, so setur kommunan kílar ímillum partarnar heldur enn at samansjóða og finna góðar loysnir fyri øll.

 

Vit skilja snøgt sagt ikki, hví okkara fólkavaldu ikki vilja samskifta við okkum á virðiligan hátt!   Eru tað vit, sum hava misskilt okkurt, ella er tað ikki júst uppgáva og skylda býráðsins at lurta eftir borgarum, svara spurningum og greiða frá ivamálum?

 

Fólkaræðið á Tvøroyri er hótt og tað meta vit hevur týdning at varpa út.

 

- Áhugabólkurin “Livilig kor á Tvøroyri”