Tað upplýsir advokaturin hjá familjuni fyri AFP í dag.
22 ára gamla Masha Amini doyði 16. september 2022.
Hon misti vitið í varðhaldi hjá iransku moralløgregluni og lá í koma í tríggjar dagar áðrenn hon doyði. Han varð handtikin, tí hijab hennara sambært iransku myndugleikunum ikki fjaldi hárið nóg væl.
Í oktober var kunngjørt, at Amini og mótmælisrørslan, sum kom av deyða hennara, fekk mannarættindavirðislønina hjá ES tinginum, Sakharovvirðislønina.
Í dag sigur advokaturin hjá familju hennara, at foreldur og bróðir hennara høvdu finigð »forboð ímóti at fara umborð á tað flogfarið, sum skúldi flúgva tey til Frankaríkis til handanina av Sakharovvirðislønini«.
/ritzau/AFP