Forkunnug bókaframløga í Fuglafirði

Mánadagin 11. desember kl 16:00 verður bókaframløga í Ribarhúsi, av bókini Fuglafjørður og Fuglfirðingar I – Landbúnaðarbygd

Tað er Steffen Stumman Hansen, ið hevur skrivað bókina.

 

Rithøvundurin Steffen Stumman Hansen og samskipari av søgubólkinum Petur Martin Petersen, greiða í stuttum frá verkinum. Formaðurin í mentamálanevndini Eyðun á Lakjuni ber fram røðu og Bárður á Lakjuni framførir somuleiðis nøkur løg.