Tað skrivar Tórshavnar kommuna:
Christopher N. Smith hevur tikið stig til at fáa samband millum Tórshavnar kommunu og býin Thunderbolt, sum er býur í Chatham County, skamt frá høvuðsbýnum Savannah.
Hetta hevur hann gjørt við at lata býnum Thunderbolt búmerkið hjá Tórshavnar kommunu, sum nú hongur í teirra Town Hall.
Og í dag kundi Christopher N. Smith so handa borgarstjóranum innrammað búmerki hjá Thunderbolt.
Hetta er upplagt, segði hann, tí Tórshamar, sum er búmerkið hjá Tórshavnar býráð, og Thunderbolt (torusláttur) hanga so væl saman.
Thunderbolt hevur atgongd til Atlantshavið um ánna Wilmington River, og býurin er millum annað kendur fyri rækjuveiðu.
Christopher N. Smith er ein av 30 donskum konslum í USA. Hann greiddi frá møguleikum í Thunderbolt og Savannah eins og í Georgia sum stati, har Atlanta er høvuðsstaður.
Á fundinum umrøddu tey fleiri samstarvsevni, eitt nú skiftisskipanir, listaskúla, ferðavinnu, útbúgving og gransking.