Sjálvandi elska vit ólavsøkuna

- Eg elski tey føroysku klæðini, og tú følir teg ongantíð so fína, sum tá tú ert í føroyskum klæðum, sigur Herborg Torkilsdóttir

 

Plagar tú at fara á ólavsøku? 

- Ja, eg plagi altíð at fara á ólavsøku. Eg búði niðri árini 2001-2016, men royndi altíð at leggja summarferiuna soleiðis, at vit vóru heima á ólavsøku. Mamma hevur føðingardag 21. juli, og eg sjálv fylli 31. juli, so tað passaði altíð so væl.

Soleiðis sigur Herborg Torkilsdóttir. 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini? 

- Eg elski tey føroysku klæðini, og tú følir teg ongantíð so fína, sum tá tú ert í føroyskum klæðum. 

Herborg heldur tað eisini vera áhugavert at síggja allar tær ymisku samansetingarnar av litum, sum eru í dag. Hetta er so inspirerandi og vakurt at síggja. 

- Mær dámar væl at spáka niðri í býnum um dagin, aftur og fram, saman við familjuni. Candyfloss, poppkorn, fiskibrunnur, ballónir og alt tað sum fylgir við. 

Tað er stuttligt at møta gomlum vinum og kenningum. 

- At koma saman við góðum fólki um kvøldið – við góðum føroyskum mati, kaldari bjór og góðum lag. Og so midnáttarsangurin – altso kann man annað enn elska ólavsøkuna? spyr Herborg Torkilsdóttir. 

Er okkurt tú saknar við ólavsøkuni? 

- Tey árini, tá ólavsøkan var flutt oman á Skálatrøð, saknaði eg Vaglið, men ólavsøkan er nú komin heimaftur, og tað er gott, heldur hon.

Hon heldur tó, at einki var sum Kommunuskúlagarðurin. Her hevur hon nógv fantastisk minnir, bæði sum barn um dagin og sum ung um kvøldið og náttina. 

 

##med2##

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar? 

- Beint fyri ólavsøku seinasta ár fór versonurin á knæ og fríggjaði til mína fyrstføddu dóttur, Sissal. Tað var fantastiskt! 

Herborg greiðir frá, at tey vóru øll í Viðarlundini og krógvaðu seg, tá tey ungu komu spákandi eftir gøtuni. 

- Vit høvdu tendrað ljós fram við vegnum, og tá tey vóru beint við har, sum vit stóðu, fór hann á knæ, og vit traðkaðu øll fram. Ein ótrúliga vøkur løta, sigur hon. 

Herborg vísir á, at nakrar dagar seinni, ólavsøkudag, møttust tey øll aftur í Viðarlundini og tóku myndir í føroyskum klæðum - dótturin við flottum ringi á fingrinum, og børnini hjá teimum, Lív og Jónas, vóru sjálvandi eisini við.  

- Myndin, sum er viðheft, er tikin seinni sama dag, tá vit fóru oman at keypa obligatorisku ballónirnar, leggur Herborg Torkilsdóttir aftrat.