Forkunnugur almennur fyrilestur við kenda, amerikanska demens-granskaranum Al Power

Hvørja ávirkan hevur okkara áskoðan og fatan av demensi á lívsdygdina og trivnaðin hjá fólki við demenssjúkum og teirra avvarðandi?

 

 

Hesum spurningum hevur viðurkendi granskarin Al Power arbeitt við seinastu mongu árini, og tað hevur hann serliga gjørt við støði í teimum, sum tað snýr seg um – menniskjum við demenssjúkum.

 

Al Power vitjar nú fyri fyrstu ferð í Føroyum, og Alzheimerfelagið er fegið um at kunna bjóða til almennan fyrilestur við honum.

 

Um fyrilesturin

Í fyrilestrinum fer Al Power at leggja fram høvuðstættir í gransking síni og frá sínum mongu royndum sum lækni innan eldraøkið. Hann vil vísa á, at broyta vit okkara áskoðan á demens, og stuðla vit undir trivnað og lívsdygd, so kunnu vit betra um gerandisdagin og lívið hjá fólki við demensi og teirra avvarðandi.

 

Al Power hevur í síni gransking m.a. kannað fatanir av demensi, og býtir hann hesar í tríggjar høvuðstilgongdir: tann medisinska, tann ikki-medisinska og tann persónstengda tilgongdin.

 

Í fyrilestrinum greiðir Al Power frá hesum og grundleggjandi vitan um demens. Hann vísur eisini á, hví hann heldur, at ein ov trong, einstáttað áskoðan á demenssjúkur kann vera skaðilig, og sigur sína hugsan um, hvussu vit kunnu skapa trivnað og vælveru. Haraftrat fer hann at koma við ítøkiligum dømum um, hvussu avvarðandi og onnur, ið eru um fólk við demensi, betur kunnu skilja og stuðla fólki, ið liva við demenssjúku.  

 

Lagt verður upp til orðaskifti, har áhoyrarar kunnu koma við sínum hugsanum og spurningum.

 

Tíð og stað

Fyrilesturin er í Reinsarínum sunnudagin 8. oktober 2023, kl. 19-20.30.

Kostnaður: 100 kr. Atgongumerki kann keypast her.

 

Mál

Málið er enskt, men framløgan er til taks á donskum.

 

Um Al Power

Allen Power er serlækni í eldrasjúkum og adjungeraður professari i medisini á Lærda Háskúlanum í Rochester, New York. Til á sumri 2013 var hann lækni á St. John´s home í Rochester.

 

Hann er altjóða viðurkendur undirvísari og fyrilestrarhaldari, og hevur undirvíst í demensi og trivnaði innan eldraøkið kring allan knøttin – eitt nú í i USA, Kanada, Onglandi, Singapore, Malta, Ný Sælandi, Australia, Suðurafrika og Danmark.  

 

Í gransking síni hevur Al Power serliga tikið støði í praksis og fingið íblástur úr yrki sínum sum lækni innan demensøkið. Hann arbeiddi eitt nú í nógv ár saman við Richard Taylor, ph.d. og høvundi, sum livdi við demenssjúku til 2015.

 

Aðrar stórar íblástrarkeldur hjá Al Power er granskingin hjá Tom Kitwood, og hugsanir hansara um demens og persónstengda røkt og umsorgan, og “Eden alternative” hugsjónin og tey sjey hugtøkini fyri trivnað: Samleiki, samband, tryggleiki, sjálvræði, meining, vøkstur/menning og gleði.

 

Al Power er útbúgvin Eden-undirvísari og undirvísur javnan í “Eden Alternative” í USA. “Eden Alternative” er serstøk hugsjón og tilgongd innan demens.

 

Al Power hevur skrivað tvær áhugaverdar bøkur:

 

  • “Demens – berøvet og bedøvet, hvordan vi forandrer omsorgskulturen” frá 2010
  • “Ha´ det godt med demens – hvordan vi skaber velvære” frá 2015.

 

I fyrru bókini lýsir Al Power m.a., hvussu ein bio-medisinsk áskoðan á demens og røkt hevur valdað, sum hevur havt við sær, at alt ov nógv fólk við demenssjúkum verða viðgjørd við óneyðugum, doyvandi heilivági. Í seinnu bókini leggur hann fram síni boð uppá, hvussu vit kunnu skapa eina nýggja fatan av demensi og skapa vælveru og trivnað fyri øll, ið liva við demensi.

 

Til ber at keypa bøkurnar í Rit og Rák í SMS.