Fráboðanir um stórt ukrainskt álop í Russlandi

Í nátt fór Ukraina undir eitt stórt álop við útlendskum rakettum móti russiska Kursk-landslutinum.

Álopið hjá Ukraina í Kursk í august noyddi lokalar íbúgvar at fara úr húsum sínum og leita sær skjól í flóttafólkalegum. (Savnsmynd). - Mynd: Tatyana Makejeva/Ritzau Scanpix


Tað segði russisktsinnaði hernaðargreinarin, Roman Alyokhin, sum arbeiðir sum ráðgevi hjá virkandi guvernøranum í Kursk-landslutinum, Aleksey Smirnov, mánadagin, sambært tíðindastovuni Reuters.

Tað er ikki greitt, hvørjar útlendskar rakettir skulu hava verið sendar, ella um nakar fólkaskaði ella andlát var í álopinum.

Í síðstu viku komu fráboðanir um, at Ukraina hevði brúkt bæði bretskar langtrøkkandi rakettir av slagnum Storm Shadow og amerikanskar ATACMS-rakettir móti Russlandi.

Kursk-økið liggur í landsynningspartinum av Russlandi og hevur mark við Ukraina.

 

/Ritzau/

 

 

 

Álopið hjá Ukraina í Kursk í august noyddi lokalar íbúgvar at fara úr húsum sínum og leita sær skjól í flóttafólkalegum. (Savnsmynd). - Mynd: Tatyana Makejeva/Ritzau Scanpix