Fredrikstad tryggjaði sær eitt stig í yvirtíðini

Í kvøld fekk Jóannes Bjartalíð fitt av spælitíð

Tað eydnaðist liðnum hjá Jóannes Bjartalíð at fáa eitt stig sær úr Hamar, tá teir leiktu javnt 1-1 móti Ham-Kam, eisini nevndir Hamar-Kammeratene.

 

Heimaliðið legði seg á odda 1-0 í 12. minutti, men inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað Ulrik Fredriksen at javna til 1-1.

 

Fredrikstad hevði bóltin meira, og teir høvdu eisini væl fleiri royndir innanfyri málrammurnar, men tað var ikki fyrrenn í yvirtíðini, at tað eydnaðist at skjóta mál.

 

Jóannes Bjartalíð kom á vøllin í 64. minutti. Spælitíðin hjá Jóannes økist fyri hvønn dyst.

 

Fredrikstad er nummar átta í deildini við 22 stigum. Teir hava sjey stig upp til fjórða plássið, og átta stig niður til triðaftasta plássið. So í løtuni eru teir eitt sindur í ongamannalandi. 

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 hevur Fredrikstad heimadyst móti Strømsgodset.