Russland hevur nátt skotið enn riðil av dronum og rakettum móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev.
Í minsta lagi ein persónur er deyður.
Tað upplýsir leiðarin fyri hernaðarfyrisitingina í Kiev, Tymur Tkachenko, sambært tíðindastovuni AFP.
- Tíverri hava vit fingið upplýst, at ein persónur er deyður orsakað av álopinum, stendur í fráboðanini.
Hann leggur afturat, at tvey fólk afturat hava fingið skaða undir álopinum í nátt.
Fýra øki vórðu rakt í álopinum, skrivar borgarstjórin í Kiev, Vitalij Klytchko, í einum øðrum uppslagi á Telegram.
Bjargingarfólk og læknar eru til staðar fleiri staðni í høvuðsstaðnum tíðliga mánamorgunin.
Álopini settu eld á fleiri sethús, ein handil og ein skúla, stendur í fráboðanini. Eisini verður sagt, at ein barnagarður, fleiri handlar og inngongdin til metrostøðina Lukjanivska hava fingið skaða.
##med2##
Ukrainskir miðlar skriva sambært tíðindastovuni dpa, at tjúkkur roykur sæst inni á metrostøðini, har íbúgvarnir í Kiev høvdu leitað sær skjól fyri álopinum í nátt.
Nógvir íbúgvar brúka metrostøðir sum skjól, tá býurin er undir russiskum álopum.
Spreingingar vóru eisini í næststørsta býnum í Ukraina, Kharkiv, í gjárkvøldið. Tað upplýsir guvernørurin í økinum, Oleh Synyehubov, sambært Reuters.
Tað er ikki greitt, um nakar deyður ella skaði er í sambandi við spreingingarnar í Kharkiv, sum liggur í útnyrðingspartinum av Ukraina.
Álopini henda dagin eftir, at forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, legði upp til eitt nýtt umfar av friðarsamráðingum við Russland.
Higartil hava tvey samráðingarumfør millum londini í Istanbul í Turkalandi ikki elvt til framgongd í stríðnum, sum hevur vart nærum halvtfjórða ár.
Russiska stjórnin boðaði fyrr í juli frá, at hon var klár at fara aftur til samráðingarborðið. Fráboðanin kom eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, gav Russlandi 50 dagar at gera eina vápnahvíldaravtalu.
Annars fer USA at leggja 100 prosent toll á russiskar vørur, sigur forsetin.
##med3##
/Ritzau/