Vit hava varnast, at GB-nýtslan í einari familju er ymisk. Tað kann t.d. vera, at ein í familjuni hevur brúk fyri meira GB enn restin av familjuni. Tí kunnu vit nú bjóða familjum møguleikan at hava ymisk telefonhald við sama brúkara á Mítt Nema.
Hetta merkir, at hóast telefonhaldini eru ymisk, kann sami persónur samskipa, gjalda og standa fyri øllum telefonhaldunum í familjuni.
,,Vit eru errin av, at Nema enn einaferð er fyrst á marknaðin við einum haldi, sum loyvir óavmarkaðari nýtslu. Hesa ferð er talan um internet á telefonini. Kundar rinda eitt fast gjald hvønn mánað og kunnu brúka óavmarkað internet," sigur Gudny Langgaard.
Vit vilja, at øll kunna royna Frítt Data frá Nema, og tí bjóða vit Frítt Data fyri serprís fram til 31. juli.
Les meira um telefonhaldini og Frítt Data á Nema.fo
Eitt farnet í øllum Føroyum
Nú hava allir føroyingar fingið ágóðan av nýggja farnetinum, sum er bæði skjótari og betri enn fyrrverandi farnetið. Nema og Føroya Tele samstarva um sama farnet, so sambandið verður tað sama fyri allar føroyingar.
5G er á gáttini, og nú manglar bert góðkenning frá einum veitara, áðrenn klárt verður at tendra 5G í øllum Føroyum. Enn er óvist, nær góðkenningin er klár, og tí er eingin dagur ásettur enn. Samstarvsavtalan millum Nema og Føroya Tele tryggjar, at báðir veitararnir tendra 5G samstundis, soleiðis at allir telefonkundar í Føroyum fáa atgongd til 5G í senn.
5G-farnetið gevur nógv hægri ferð og er orkuførari enn 4G-netið, sum er í løtuni. Tað merkir, at tú kanst taka appir, filmar og annað uppaftur skjótari niður á telefonina. Eisini har nógv fólk eru saman.
Somuleiðis er øll onnur útgerð, t.d. 3G og 4G, eisini dagførd og er blivin munandi skjótari í dag.
,,Vit eru sera fegin um nýggja netið. Kundarnir fáa net, sum røkkur munandi betur, og vit tryggja, at kapping er um prísir og tænastur," sigur Gudny Langgaard, stjóri á Nema.
Fyrimunir sum telefonkundi hjá Nema
Sum telefonkundi hjá Nema hevur tú atgongd til 2 fyri 1 appina, har tú kanst bjóða onkrum, sum tú ert góð/ur við til ein betri bita, ein kaffimunn ella eina uppliving púra ókeypis. 2 fyri 1 appin hevur nógv góð tilboð og nógvar fyrimunir til kundar hjá Nema.
Á 2 fyri 1 appini bjóða vit eisini okkara kundum at vera við til ymisk tiltøk, t.d. konsertir, matupplivingar og mangt annað. Tilboðini á appini verða nógv nýtt, og vit arbeiða støðugt fyri, at appin er dagførd við nýggjum tilboðum og tiltøkum.
Síðan 2018 hava telefonkundar hjá Nema givið data ímillum sín. Tú kanst hvønn mánað deila upp til 10GB av tínum íroknaða datapakka við vinir og familju.
Sum kundi hjá Nema eigur tú tað data, ið tú hevur goldið fyri. Tað merkir, at um tú ikki brúkar øll tíni GB í einum mánaði, verða tey óbrúktu GB løgd afturat mánaðin eftir. Hendan fyrimunin kalla vit Datarull.
Nema strembar altíð eftir at bøta um tænastuna og veita kundunum fleiri fyrimunir og tænastur. Tí fegnast vit um nýggja farnetið, nýggju telefonhaldini og at kunna bjóða okkara telefonkundum Frítt Data. Hesi nýggju átøkini saman við 2 fyri 1 appini, Datarull og Gev Data gera, at vit kunnu bjóða føroyingum meira enn bara eitt telefonhald. Hjá Nema fært tú eitt telefonhald við nógvum fyrimunum og upplivingum.