Ein hornasteinur í einari væl virkandi kommunulæknaskipan er, at borgarin hevur álit á og følir seg væl hjá sínum kommunulækna. Tað er fyri so vítt eitt rættiliga persónligt val, tað sum riggar hjá einum, riggar ikki hjá einum øðrum. Tað vita vit. Í Føroyum hevur í summum læknadømun ikki verið frítt læknaval av tí einføldu orsøk, at tað bara var ein lækni. Í øðrum læknadømum hevur ikki verið frítt læknaval, tí flestu viðtalurnar eru fullar og taka ikki ímóti fleiri sjúklingum. Tá læknadømini verða skipað í størri økið, so verður fordeilingin av borgarum sannlíkt annarleiðis.
Uppgávan hjá einum kommunulækna er fjølbroytt og spennandi. At hava ein kommunulækna hevur víst seg í kanningum at vera sera gott fyri lívsgóðsku og longd. Kanningar í Norra vísa ein beinleiðis samanhang millum lívslongd, og hvussu nógv ár man hevur havt sama kommunulækna. Hetta tí at vit kenna okkara sjúklingar. Vit vita teirra sjúkrasøgu og ofta eisini sosialu umstøður. Vit kenna okkara borgarar væl, tí vit síggja teir til árskontrol, ilt í hálsinum og tá teir hava fingið eina flís, sum hevur tikið ilt fyri seg.
Hóast vit í kommunulæknafelagnum taka væl ímóti flytingini ímóti einum meira fríum læknavali, so verða vit tó eisini noydd at vísa á onkrar vansar.
Lat okkum ímynda okkum Martin, hann býr í Dali, men hann arbeiðir í Havn. Hann velur kommunulækna í Gundadali, tí tað er upplagt at fara til árskontrol fyri blóðtrýstið har. Hann kann fara frá arbeiði og so aftur til arbeiðis. Um hann skuldi til lækna á Sandi, so mátti hann taka dagin frí. So ein dagin gerst Martin sjúkur, høgan fepur og ilt í hálsinum. Hann orkar slett ikki at seta seg í bilin og koyra 60 km til Havnar. Hvat skal hann gera? Tíbetur fekk hann grannan at koyra seg til Havnar. Tíðin gongur og heystið kemur. Martin er á rættini og hann ger sítt til at fáa alt skjótt og væl avgreitt. Hann vaknar morgunin eftir og fær ikki farið úr songini, hvørki illa ella væl. Hann ringir til lækna, men tað ber ikki til hjá læknanum at koma á heimavitjan. Tað er 2 tímar aftur og fram, og læknin má avlýsa 8 aðrar tíðir, um tað skal bera til.
##med2##
So lat okkum ímynda okkum Sólbjørg, hon er blivin einkja og komin væl upp í árini. Hon klárar seg ikki sjálv longur. Hon flytir úr Oyndarfirði til dóttrina í Havn, har er ein íbúð kjallarinum. Ongir læknar í Havn taka ímóti fleiri sjúklingum, men hon kann velja læknan á Sandi. Um hon flytir til sonin á Eiði, so er er tað bert læknin í Miðvági, sum tekur móti fleiri sjúklingum.
Tað eru samfeløg, har frástøðurnar eru størri enn í Føroyum, men har hevur man ment loysnir til tað. Td. tekniskar loysnir, so sum video konsultatiónir. Fyrisitingarligar loysnir, td. færri sjúklingar pr. lækna, so tað er møguligt at taka ímóti fólki, sum flyta til økið og og læknin hevur meira tíð - til td. fleiri heimavitjanir. Tað eru eisini útkoyrandi toymi, sum virka sum eygu og oyru hjá kommunulæknanum í t.d. eini heimavitjan.
Tá Martin ringdi, tí dóttirin hevði fepur og útslett, so kundi tað verið avgreitt við eini video konsultatión. Vit í kommunulæknafelagnum hava leingi ynskt okkum møguleikan til videokonsultatiónir, tí tørvurin hevur leingi verið har, serliga til borgarar, sum búgva á útoyggj. Tá Sólbjørg ringdi, tí hon var so ússalig, so kundi eitt útkoyrandi toymi farið á heimavitjan og snakkað við kommunulæknan um víðari framferð.
Onkur vildi sagt, at man kundi í akuttum sjúkuørindum farið til nærmasta lækna. At tað ikki er so avgerandi, hvør hyggur at einum eymum hálsi ella hovnum fingri. Hetta hevur tó ta avleiðing, at vit missa kontinuitetin, og tað er hornasteinurin í kommunulæknaskipanini. Tað hevur eisini við sær, at onkrar læknaviðtalur skula taka ímóti ”eyka” borgarum við akuttari sjúku umframt teimum borgarunum, sum teir hava ábyrgd av.
So hóast vit taka væl ímóti heilsuøkjunum og halda, at frítt læknaval er avgerandi, so sakna vit framskygni til at seta tiltøk í verk, so vit kunna loysa avbjóðingarnar sum standast av hesum á besta hátt. Tey tiltøkini skuldu nokk verið hugsað inn, áðrenn heilsuøkini vórðu broytt – næstbest er so at man hugsar tað nú.
Vegna
Kommunulæknafelag Føroya
Turið H. Johannessen, forfólk