Allir fýra hava sitið varðhaldsfongslaðir og skulu sambært ákæruni hava havt týdningarmiklar støður í felagsskapinum og beinleiðis samband við leiðarar í vápnaða partinum av Hamas

Fýra menn ákærdir í Týsklandi fyri Hamas-limaskap

Sambært ákæruni hava teir fýra verið við til at skipað vápnagoymslur fyri Hamas í fleiri evropeiskum londum

Allir fýra hava sitið varðhaldsfongslaðir og skulu sambært ákæruni hava havt týdningarmiklar støður í felagsskapinum og beinleiðis samband við leiðarar í vápnaða partinum av Hamas

Týska ákæruvaldið hevur ákært fýra menn, sum ákærumyndugleikin heldur eru limir í Hamas, ið Týskland metir sum ein ólógligan yvirgangsfelagsskap. 

 

Tríggir av monnunum vórðu handtiknir í Berlin í desember í fjør, og hin fjórði varð handtikin í Rotterdam í Niðurlondum og útflýggjaður Týsklandi.

 

Allir fýra hava sitið varðhaldsfongslaðir og skulu sambært ákæruni hava havt "týdningarmiklar støður í felagsskapinum og beinleiðis samband við leiðarar í vápnaða partinum av Hamas".

 

Sambært ákæruni hava teir fýra verið við til at skipað vápnagoymslur fyri Hamas í fleiri evropeiskum londum - helst, sum liður í einari tilrættalegging av álopum á jødiskar stovnar og onnur mál.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.

 

 

 

Allir fýra hava sitið varðhaldsfongslaðir og skulu sambært ákæruni hava havt týdningarmiklar støður í felagsskapinum og beinleiðis samband við leiðarar í vápnaða partinum av Hamas