Fyrsti kunningarfundur um Suðuroyartunnil var í kvøld

Í kvøld var fyrsti kunningarfundurin í SALT á Drelnesi. 

Løgmaður, Landsverk og P/F Suðuroyartunnilin eru á ferð kring landið, og endamálið er at kunna um ætlanina at byggja Suðuroyartunnilin.

 

Í kvøld var fyrsti kunningarfundurin  í SALT á Drelnesi. 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, legði fyri, og kunnaði um ætlanina, og fíggjarligu viðurskiftini. Síðani kunnaði Teitur Samuelsen frá P/F Suðuroyartunnilin um ymisk viðurskifti viðvíkjandi tunnilsætlaninni, og Landverk kunnaði um ymiskar ætlanir við tilhoyrandi koyrivegum í samband við Suðuroyartunnilin.

 

Eftir hetta var møguleiki at seta spurningar. Fitt av fólki hevði leitað sær í SALT í kvøld, og tað var eisini ymiskt, ið fundarfólkið hevði at spyrja um, serliga viðvíkjandi hvar vegir verða lagdir, og um tað er ein møguleiki, at Skúvoyggin verður partur av ætlanini á onkran hátt.

 

Í morgin er kunningarfundur á Sandi og mikudagin er kunningarfundur í Havn.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##