Fýra ár síðani B36 vann grannauppgerð

Nú er enn ein møguleiki hjá Dan Brimsvík at megna tað, sum hann og B36 í felag ikki hava megnað

Klokkan 18 verður grannauppgerð í Gundadali. Fyrr í ár vann HB landskappingardystin 2-0, og tað var eisini úrslitið, tá ið tað var grannauppgerð í steypakappingini.

 

Dan Brimsvík hevur verið B36 venjari síðani seint á heysti í 2020. Síðani tá hevur B36 ongantíð vunnið fulla úrtøku ímóti HB. Frægasta úrslitið var í 2021, tá ið HB vann 4-2, og tað hinar báðar ferðirnar endaði javnt – 0-0 og 2-2.

 

Síðsti B36 sigurin ímóti grannunum var í fyrsta dystinum í 2019, tá ið B36 vann 2-1. Tá vóru Alex Mellemgaard og Brian Jakobsen málskjúttar hjá B36. Tann fyrri spælir nú á Toftum, og tann seinni spælir á Argjum. Málskjútti hjá HB ta ferðina var Adrian Justinussen. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í dag, tí hann er darvaður av skaða í rygginum. Bartal Wardum er tøkur aftur, eftir at hann seinastu ferðirnar hevur verið skaddur. Tað er stór kapping um plássini á HB liðnum, og tað ber við sær, at spælarar, ið ivaleyst høvdu verið sjálvskrivaðir millum teir fyrstu ellivu á flestu liðunum, í kvøld fara at sita á beinkinum.

 

Hjá B36 er Erlendur Magnusson ikki tøkur, tí hann er skaddur í knænum, og Taufee Skandari er burturstaddur í landsliðsørindum.