Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur Ísland vunnið ein A-landsdyst í Danmark

Íslendska kvinnulandsliðið skrivaði søgu ígjár við at vinna 1-0 á Danmark í Nations League dystinum í Viborg

Íslendska A-landsliðið hjá monnum hevur ongantíð megnað tað, heldur ikki á heimavølli - at vinna á Danmark aftaná 23 skrásettar A-landsdystir millum Ísland og Danmark.

 

Í dag fegnast allir fótbóltshugaðir íslendingar um, at tað loksins er eydnast einum íslendskum A-landsliði at vinna á Danmark í Danmark.

 

A-landsliðini hjá kvinnum hjá Danmark og Íslandi møttust í Nations League dysti í bólki 3 í Deild A ígjár. Dysturin var spældur í Viborg.

 

Tað eydnaðist Íslandi at vinna dystin 1-0 við einum sigursmáli Karólína Lea Vil­hjálms­dótt­ir skoraði tá 77 minuttir vóru leiktir, og so var søguskrivingin veruleiki. 

 

Talan var um seinasta dystin í hesum bólkaspælinum. Týskland vann bólkin við 13 stigum. Danmark er nummar tvey við 12 stigum, Ísland er nummar trý við níggju stigum og aftast er Wales við einum stigi.

 

Íslendska blaðið Vísir sparir ikki upp á krútið í yvirskriftini tá tey umrøða søguliga sigurin á danskari jørð: "Søguligt: Á fyrsta sinni vinnur Ísland á gomlu harratjóðini á danskari jørð". Tað kann valla skrivast meira mergjað.

 

Hitt stóra íslendska blaðið, Morgunblaðið stuttleikar sær við, at danskir miðlar skriva, at danska kvinnulandsliðið fekk "eitt ísbað", sipandi til tapið fyri Íslandi í Viborg.