Fyrst venjarin og nú verjan

Betri deildin menn: ÍF hevur sett venjaran fulla tíð og nú hevur Tóri N. Olsen eisini longt

Mynd: (ÍF) Georges Rouah, formaður í ÍF, og Tóri Nolsøe Olsem

Tað er ongin tilgongd í Fuglafirði enn. Felagið vendi gongdini seinastu umførini í ár og yvirlivdi í Betri deildini. Aleksandur Jovevic heldur fram sum venjari, men er nú fulla tíð. Tí fer ÍF væntnandi at koma við ábendinum, um hvussu liðið kemur at síggja út, komandi tíðina.

 

Ein av teimum, sum heldur fram komandi kappingarár, er Tóri Nolsøe Olsen. 22 ára gamli miðverjin átti sín stóra lut í, at ÍF yvirlivdi í niðurflytingarstríðnum.

 

- Unga verjutalentið heldur fram. Til okkara stóru gleði, hevur Tóri N Olsen longt sáttmálan. Vit í ÍF eru sera fegin um, at Tóri hevur valt, at taka enn eitt ár í reyðu ÍF blusuni, skrivar ÍF.

 

Higartil er bara greitt, at argentinski Gonzalo Zárate fer úr hópinum, sambært bolt.fo.

 

Mynd: (ÍF) Georges Rouah, formaður í ÍF, og Tóri Nolsøe Olsem