FYRSTI FØROYSKI FEMINISTURIN

Á internationala kvinnudegnum áttu bæði kvinnur og menn verið nóg søguliga stórbær til at fagna Føroya ALLARFYRSTA politiska feministi.

Tað var Petur Mohr Dam.

Hann kom aftur av javnaðarkongress i Danmark i 1930, har hann hevði hitt eina av teimum mest kendu kvinnuligu slóðbrótarunum i ti danska Folkatinginum.

Dam beyð henni til Føroya, har hon helt tann ALLARFYRSTA kvinnudfundin í Føroyum fyri stórari fjøld.

Tað var fýra ár áðrenn arbeiðskvinnufelagið varð stovnað

Fundurin  var i Sjónleikarhúsinum, og Dam var orðstýrari.

Hvørki Tingakrossur ella Dimmalætting umrøddu tann feministiska pionerfundin.

Nógv afturhaldsfolk hildu tað vera ósømuligt, at man lat eina kvinnu halda almenna røðu.