Tíðindaskriv, Vinnuhúsið:
Frá november 2021 til november 2024 er talið á starvsfólki undir privatum ræði (innanlands og uttanlands ræði) nærum óbroytt. Heilt neyvt er tað minkað við 17 starvsfólkum1.
Sostatt er tann vøksturin, sum hevur verið í starvsfólkatalinum í tí privata í 2010’unum, steðgaður upp seinastu árini. Tað kann vera ein ábending um, at føroyskar fyritøkur ikki hava umstøðurnar til at økja um virksemið og skapa nýggj lønandi størv.
Almenna starvsfólkatalið spolar avstað
Hagtølini vísa somuleiðis, at hóast starvsfólkatalið í tí privata stagnerar, økist starvsfólkatalið í tí almenna áhaldandi. Frá november 2021 til november 2024 er talið á starvsfólkum undir almennum ræði økt við útvið 1000 fólkum. Gott helvtina av vøkstrinum eiga føroysku kommununar, men landið smæðist heldur ikki burtur.
Ein minni partur av vøkstrinum stavar frá feløgum undir almennum ræði. Hetta eru eitt nú feløg, sum tað almenna eigur, men sum selja sínar vørur og tænastur á einum marknaði.
Men hóast vit taka hesi feløg burturúr, er vøksturin í starvsfólkatalinum hjá kommunum og hjá landinum framvegis 8-900 starvsfólk.