Gera allar elbilar til luksusbilar

Grundgeving hjá Fígg­j­ar­mála­ráð­num fyri at hækka avgjøld á elbilar er fyri at raka luksusbilar. – So eru allir elbilar luksusbilar, sigur Vinnuhúsið

Grein úr Sosialinum 4. apríl 2025:

 

Hóast lógaruppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum um at hækka avgjøldini á elbilar og vetnisbilar ikki varð sent til hoyring, so hevur Før­oya Ar­beiðs­gev­ar­a­fel­ag kortini, eftir at hoyr­ing­s­freistin var úti, sent Fíggj­ar­mál­a­ráð­num sín­ar við­merk­ingar til lóg­ar­upp­skot­­ið.

 

Har ger Vinnuhúsið inn­leið­andi vart við, at broyt­ing­aruppskotið til lóg­­­ina um avgjøld við skrá­set­ing av mot­or­ak­før­um ikki er sent til hoyringar hjá Vinnu­hús­i­num.

 

– Tað er av stór­um týdn­ingi, at Fíggjarmálaráðið tryggj­ar sær, at við­kom­andi part­ar verða hoyrdir, tá rætt­­ar­­regl­ur verða broytt­ar. Hetta er eisini á­sett í rund­­skriv­i­num um lóg­arsmíð frá 2019, vísir Vinnuhúsið á.

 

So eru allir elbilar »luksusbilar«

 

Sagt verður, at enda­mál­ið við lóg­ar­upp­skot­i­num er at hækka skrásetingargjaldið á el- og vetn­is­bil­um, so av­gjalds­frí­tøk­an fyri »luks­us­bil­ar« verð­ur broytt.

 

– Vinnuhúsið skal til hetta við­merkja, at um allir el- ella vetn­is­bilar, sum hava eitt av­gjalds­skyld­ugt virði á meira enn kr. 200.000, eru luks­us­bilar, so er tað at ein­ans ein lítil partur av skrá­settu elbilunum sein­astu 10 árini, sum ikki eru »luksusbilar«.

 

Lesi eisini: Sølan av elbilum skramblar niður – afturgongdin er 80%

 

– Hetta sæst eis­ini í hag­tøl­u­num í við­merk­in­gun­um til lóg­ar­upp­skot­ið. Broyt­­ing­ar­nar fara tí sum heild at dýrka um el­bilar og harvið minka um eft­ir­spurn­ing­in eftir teimum, skri­var Vinnuhúsið.

 

Vinnuhúsið heldur tað vera óheppið, at avgjøldini á el- og vetnisbilar, sum longu eru broytt einaferð fyrr í ár, nú aftur verða broytt við stuttum skotbrái. Tað tykist sannlíkt, at henda knappliga broyt­ing­in hevur samband við fíggj­ar­lóg­ar­ar­beiðið fyri 2024, tí tað verður í við­merk­­ing­u­num ikki grund­giv­ið fyri, hví tað longu nú er neyð­ugt at víkja frá teim­um broyt­ing­um í skrá­set­ing­ar­gjøld­uønum, sum vórðu samtykt í februar í ár, skrivar Vinnuhúsið.

 

Í viðmerkingunum til upp­skot­ið hev­ur Fíggj­ar­mál­a­­ráð­ið ikki nágreinað tær av­­leið­ingar, ið kunnu stand­­ast av uppskotinum.

 

– Eingin útrokning er í við­­merk­­ing­u­num av vænt­aðu fíggjarligu av­leið­ing­u­num fyri tað almenna, og í av­­leið­ing­um fyri vinn­una stendur bert at »lóg­ar­upp­skot­ið kemur helst at hava á­vís­ar neiligar fíggjarligar av­leið­ing­ar fyri vinnuna.«

 

Ávirkar so gott sum allar elbilar

 

Í brotinum í almennu við­merki­­ng­u­num um millum­tjóða sáttmálar stendur, at lóg­ar­upp­skotið ikki hevur á­virkan á stuðulin til grøn­ari flutningsloysnir, men at lóg­ar­uppskotið málrættar lægra virðisgjaldið til fyrst og fremst bíligari rav­magns- og vetn­isakførini.

 

Les eisini: Hava tosað fyri deyvum oyrum

– Vinnuhúsið skilur ikki heilt hesa orðing, tí av­gjalds­hækk­ingin sannlíkt kem­­ur at ávirka kostnaðin av størsta partinum av teim­­um elbilum, sum eru á markn­­að­i­num longu frá 1. jan­uar 2024 (sum varð broytt til 1. apríl 2024).

 

Vinnuhúsið heldur, at Fíggj­­ar­­málaráðið eig­ur at fara meira grund­leggj­andi til verka og brúka meira tíð uppá at fyri­reika evt. broyt­ingar í av­gjalds­lóg­gáv­uni fyri skrá­set­ing­ar­skyld­ug akfør.

 

– Í slíkum fyri­reikingum kundi eisini ver­ið roknað upp­á, hvussu stóra CO2-spar­ing vit fáa av av­gjalds­frí­­tøk­uni av el- og vetn­is­bil­­um og um tað er mest kostn­­­a­ð­ar­effektivi hátt­urin at minka um út­lát­ið av veð­ur­lags­gassum.

 

Sakna útrokningar á veðurlagsøkinum

 

Vinnuhúsið hevur fyrr eftirlýst sam­fel­ags­bú­skap­ar­ligar útrokningar av á­tøk­um á veð­ur­lags­øki­num, so tað sæst, hvørji á­tøk geva størst sparing í út­lát­inum í mun til sam­felags­bú­skap­ar­liga kostnaðin (kostn­að­ar­eff­ek­tiv­astu tiltøkini), sigur Føroya  Arbeiðsgevarafelag í viðmerkingum til samtykta lógaruppskotið um at hækka avgjøld á elbilum og vetnisbilum, sum nú vísir seg at hava sera stóra ávirkan á søluna av elbilum.