Klokkan 14.30 byrjar fimti og seinasti dysturin í áttanda umfarinum í Betrideildini hjá monnum. Vesturi á Eiðinum í Vági tekur FC Suðuroy móti Víkingi.
FC Suðuroy er nummar átta í deildini við seks stigum. Víkingur er nummar seks við átta stigum.
Verandi meistararnir, Víkingur hava eina sera stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til FC Suðuroy liggja millum 9,00 og 12,10.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,50 og 7,00.
Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 1,15 og 1,22.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##