Gera tað eldfima stuttligt

Elias Magnussen, Edvin Niclasen, Lív Bruun Müller og Dávur Birgisson spæla ólavsøkukabarettina í ár.

Tey hava øll roynt at spælt ólavsøkukabarett áður. Tað er nakað serligt at spæla kabarett, tí hóast tey fyrireika seg væl, vita tey ikki fyrr enn tey framføra á pallinum, hvussu áskoðararnir taka ímóti framførsluni

 

Elias Magnussen, Lív Bruun Müllerog Dávur Birgisson framførdu kabarettina í fjør. Tey fingur góðar afturmeldingar, og tað gav eina heilt serliga orku, at standa á pallinum.

 

– Tú lærir okkurt hvørjaferð tú er við, og tað kemur okkum til góðar nú, hetta verður bara betri hjá okkum øllum.

 

##med2##

 

Hjá leikarunum er altíð spennandi at fara á pallin, tí teir kunnu ikki vita við vissu, hvussu kabarettin verður móttikin, nær, og um áskoðararnir fara at flenna.

 

– Tað er ikki bara stuttligt at skriva kabarett, tú hoyrir sama skemtið 100 ferðir áðrenn tú fert á pallin, tú noyðist at kenna á tær sjálvum, hvat er stuttligt, tí tú fert ikki at flenna, tá tú hevur hoyrt tað sama fleiri ferðir.

 

Tá farið verður á pallin, og áskoðararnir flenna, verður tilfarið stuttligt aftur.

 

– Tú fært tú eina ómetaliga góða kenslu, tí hetta er ein spenningur, sum veður bygdur upp nakrar vikur áðrenn.

 

##med3##

 

Onkuntíð rakar skemtið øðrvísi enn tey høvdu roknað við. Tað sum situr eftir í minninum hjá áhoyrarunum er ofta ikki tað, sum tey hildu sjálvi vera allar stuttligast.

 

Okkurt verður ikki móttikið so væl sum ætlað, og tá er neyðugt at tillaga til næstu sýning.

 

– Í fjør var ein sketsj, sum vit spældu til tríggjar ella fýra sýningar, áðrenn hon bleiv væl móttikin. Tað er spennandi, at royna nøkur ting, og fáa tað at rigga.

 

Evnini sum verða viðgjørd í kabarettini í ár, eru bæði aktuellar hendingar, politikkur og evnir sum eru stuttlig í sjálvum sær. Fyri jól vóru tey stúrin, tí tey hildu ikki, at nakrar hendingar høvdu verið sum hóskaðu seg til kabarettina, men síðani er nógv hent, og nú manglar ikki tilfar at arbeiða við.

 

– Okkurt er stuttligt í sær sjálvum, og okkurt skal arbeiðast eitt sindur við. Tað eru ikki altíð tey stóru evnini sum eru stuttligast, ofta riggar tað smáa best. Sumt er háspent í samfelagnum, og hvussu gert tú tað stuttligt? Hetta er ein uppgáva sum vit hava tikið á okkum, og eg haldi, at vit hava funnið eina góða loysn.

 

##med4##

 

Ein mánaður verður settur av at skriva, venja og framføra.

 

Sum vant verður frumframførslan sama kvøld, sum pride skrúðgongan hevur verið.

 

– Tann dagin eru vit ógvuliga spent. Vit plaga at venja og gera okkurt stuttligt, tá skrúðgongan fer framvið.

 

Frumframførslan verður 27. juli klokkan 19, og atgongumerkir fáast á Atgongumerki.fo

 

##med5##