Gjáarkappin Jógvan á Fløtti sløkt motorin

Jógvani Nónsgjógv til minnis

Tann 8. mars 2011 – á kvinnudegnum – varð bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi boðsend norð í Djúpini. Klokkan var um nón. Ódnarveður var – og boðað hevði verið frá øtlandi vindi út á dagin. Tyrlan varð boðsend, tí gjáarfólk høvdu sæð ein føroyskan bát, ið rak norðureftir út fyri gjónna og norður um Nasatromina.

 

Tann dugnaliga tyrlumanningin hevði upptøkutól umborð, ið tók alla hendingina upp. Og tær dramatisku loftmyndirnar,  ið vóru vístar í Degi og Viku, sýna ein føroyskan bát. Ein installering, sum er rikin nærum norður um Kallin og út á Norðhavið. Brotini skola inn um æsingarnar. Í miðjum báti stendur ein maður, sum uttan at hyggja upp, liggur og arbeiðir uppá motorin, og roynir at fáa hann ígongd aftur.

 

Bjargingarfólkini síga niður í bátin og hála mannin upp í tyrluna, meðan báturin liggur undir í brotum. Hann er eitt sindur rísin inn á , tí hann hevði ætlað sær at klára hetta sjálvur! Tá ið maðurin er bjargaður, síggjast øgilig brot skola inn yvir tann mannleysa bátin.

 

Maðurin var tann tá 80 ára gamli gjáarmaðurin, Jógvan á Fløtti – Jógvan Nónsgjógv. Báturin var Sjúrðarbátur – ein av navnframu bátunum hjá Jógvani, ið hava ført so mangan fongin til lands. Sjálvur hevði Jógvan júst installerað ein Saab bilmotor í bátin. Og hendan ódnardagin hevði báturin ligið bundin í Gjónni. Og eftirsum hann hevði boðað frá illveðri, ætlaði Jógvan at stima bátin inn á Funningsfjørð, men fekk motorsteðg á leiðini. Var tyrlan ikki komin eftir honum, hevði hann helst fingið motorin í gongd aftur ella bjargað sær onkusvegna.

 

Tí slíkur maður til hendurnar. Slíkur maður til at bjarga sær í náttúruni og vinna á vanda- og sorgarstøðum. Slíkur útróðrarmaður og íverkseti. Og slíkur hugsjónarmaður til at hugsa djarvt og nýtt, og at fremja verk til frama fyri bygd, land og fólk – ja, neyvan finst hansara líki í nýggjari tíð í Føroyum.

 

---

 

Gjáar bygd hevur fostrað so mong undangongufólk og úrmælisfólk. Tað er  - sum Viderø prestur skrivar – eins og náttúrukreftirnar hava gjørt alt fyri at gloypa bygdini. Men fólkið hevur staðið ímóti við at menna ein dugnaskap og vilja til at byggja upp og vinna til lívsins uppihald. Í fjøllum, í bjørgum, í bø og haga og á sjónum. Og ikki minst andaliga og mentanarliga. Meðan aðrir skúlar í Føroyum høvdu myndir av donskum kongi á bróstinum, hevði skúlin við Gjógv mynd av V.U. Hammershaimb, faðirin at skriftmálinum.

 

Á hesum lendi og í hesum andrúmi vaks Jógvan upp. Og hann vígdi sítt lív til at menna bygdina og tjóðina. Við somu hugsjón, sama vilja og dugnaskapi sum forfedrarnir. Hann var tiltikin óræddur bjargamaður, fjallmaður og útróðrarmaður.

 

Í 1972 tók Jógvan stig til aftur at søkja Búgvan, sum hevur verið lívsgrundarlag hjá gjáarfólki. Og eisini tá fann hann nýggjar leiðir og amboð at sleppa beint upp á Royðurókina, sum er besta fuglaplássið í Búgvanum,

 

Og tikin úr leikum sum handverkari og maskinmaður, var Jógvan. Hann starvaðist nøkur ár í Noregi sum maskinmeistari. Men aftur við Gjógv fór hann at bróta burturúr nýggjum. Í kjallaranum við Gjógv fór hann at framleiða framkomnar flakalinjur til Norðís á Eiði, har Petur Reinert gekk undan. Og til flakavirkini í Skopun og í Vági. Her arbeiddu eisini hann og sonurin Birgir, sáli, saman sum eitt. Og Birgir fór við somu evnum at finna loysnir og framkomin amboð víðari á síni bjørtu leið í føroyskari fiskaframleiðslu.

 

----

 

Og so gekk Jógvan undan aftur: Fór undir at stovna og byggja Elementvirkið við Gjógv. Eitt ódnartak, sum mong hildu vera ørt, men sum eisini eydnaðist og virkar í besta blóma í dag. Síðani fór hann undir at byggja Smoltstøðina við Gjógv saman við øðrum góðum fólki. Hóast okkurt bakkastið – sum altíð er hjá undangongufólki – tá ið alivinnan fór beint eftir aldarskiftið, so er eisini Smoltstøðin í dag eitt dygdararbeiðspláss.

 

Við fólki sum Jógvan, so er Gjógv tann bygdin í Føroyum, sum man hava langt flest arbeiðspláss fyri hvønn íbúgva!

 

----

 

Eins og í allari Gjáar søgu, so komu Jógvan og Esther eisini at liva ófrættaboð, mótburð og stórar sorgir. Jógvan var fyri vanlukku, tá ið hann datt heilar trettan metrar niður á Elementvirkinum. At hann yvirlivdi og bardi seg uppaftur, vísti hansara øgiligu styrki og vilja. Og hóast hoyrnin bilaði, vann hann allar førleikar aftur.

 

Men so komu stóru sorgirnar, tá ið Birgir Nónsgjógv so brádliga andaðist í bestu árum. Og bert 4 ár seinni, tá ið boðini komu um, at Sjúrður var farin í syrgiligari vanlukku. Tá var tungt at stíga inn um gáttina hjá Esther og Jógvani við Gjógv. Men tey hildu á gjøgnum sorgina saman við síni stóru og ríku familju. Og tað vóru lívsjáttandi dagar, tá ið 80 ára dagurin hjá Jógvani varð hildin við Gjógv og síðani Diamantbrúdleyp og 80 ára dagurin hjá Esther.

 

Eftir at Esther gjørdist sjúk og flutti á Mørkina, flutti Jógvan við. Og síðani Esther fór, hevur Jógvan verið á røktarheiminum á Mørkini.

 

----  

 

Jógvan var mær ein stórur íblástur og stuðul. Eg var so heppin at fáa góðar vinmenn við Gjógv í ungdómsárunum – Kristian Andras Sivertsen og Olaf Fríðheim – og vit hoyvíkingar komu javnan til Gjáar og lærdu tey einastandandi fólk, bygdina og søguna at kenna.

 

Somuleiðis fekk eg tann framíhjarætt at Kristian Andras tók meg við á fjall saman við Jógvani, tá ið Jógvan var røktingarmaður í Líðini. Eg var satt at siga rættiliga ræddur at ganga í brattlendinum, meðan Jógvan gekk í hvørjum hamri, gili og líð sum á slættlendi.

 

Jógvan og eg plagdu at minna okkum á søguna, tá ið var farin upp í politikk, og kom sum varaløgmaður norður í 100 ára føðingardag hjá megnarkvinnuni Andreu Sivertsen. Og meðan tað er á tremur við fólki inni á Gjáargarði og eg fari fram saman við Anfinni Kallsberg, løgmanni, at heilsa uppá Andreu, tá spyr hon verdóttrina Arnhild uppi í Geil: “Arnhild, skuldi hetta ikki eitast at vera fjallmaðurin hjá tær? Hann sær út sum ein kruvdur skarvur!”

 

Og Jógvan var eisini avgerandi fyri, at eg fór inn i politikk. Ein dagin, meðan eg starvaðist á Sjónvarpi Føroya, ringir hann. Og hann segði: “Nú eru fjallboð!” Eg var staddur suðuri í Vági at gera eitt tíðindainnslag, so eg segði, at tað fór neyvan at lukkast hjá mær at sleppa norður. Men so flenti hann og segði: “Noy, noy. Tað eru ikki tey fjallboðini. Tað eru boð um at tú skalt stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin til komandi løgtingsval!”

 

Og hóast eg noktaði í fyrsta umfari, so arbeiddi hann uppá meg í langa tíð (saman við Jóannesi Dalsgarð), og endin varð, at eg stillaði upp.

 

----

 

Jógvan hevur verið ein einastandandi stuðul hjá Tjóðveldisflokkinum og tjóðveldisrørsluni. Og hann hevur gingið gjøgnum allar forðingar fyri at menna sína bygd, sína tjóð og sítt land. Tað eru vit ómetaliga takksom fyri. Ein maður, ið hevur lagt so nógv eftir seg, ið fer at grógva og liva í framtíðini.

 

Vit senda samkenslukvøður til øll tykkara hjá Jógvani og Esther. Og lýsa frið yvir minnið um merkismannin Jógvan á Fløtti, við hesum orðum hjá Karsteni Hoydal:

 

Eg heilsi tær á ytstu gátt

 

runnur av teirri rót,

 

sum kendi heilagt hetta landið,

 

hav og mold og grót,

 

í bø og haga livdi tú

 

í bjørgum og á miðum,

 

fekk sálarbreyð úr halgubók,

 

úr søgn og fornum siðum.

 

##med2##