Gloymdi passið og vendi aftur á veg úr USA til Kina

Nakrar hundrað kilometrar úti í Kyrrahavinum noyddist ein flogskipari hjá United Airlines at venda aftur, tí hann hevði gloymt passið hjá sær eftir

 

United Airlines telist millum størstu flogfeløg í USA.

 

Tá eitt flogfar hjá felagnum leygardagin skuldi flúgva úr Los Angeles í USA til Shanghai í Kina, noyddist flogfarið at venda aftur.

 

Tá Boeing 787-flogfarið var komið nakrar hundrað kilometrar út í Kyrrahavið, varnaðist flogskiparin, at hann hevði gloymt passið hjá sær eftir.

 

- Tískil noyddist flogskiparin at leggja leiðina til San Francisco, veit CNN at siga.

 

United Airlines megnaði tó at finna nýggja manning og syrgdi fyri, at tey umleið 270 ferðafólkini komu fram til Shanghai í øllum góðum – umleið seks tímar seinkað.

 

Eitt av ferðafólkum sigur við CNN, at tað var ein ógvuliga harmur flogskipari, sum boðaði frá, at hann noyddist at venda aftur.

 

- Flogfelagið syrgdi fyri, at ferðafólkini fingu ókeypis mat og ymiskt annað í San Francisco, áðrenn farið varð avstað aftur, veit CNN at siga.