Tað hava íbúgvar í grannalagnum fingið at vita frá teknisku umsitingini hjá Tórshavnar kommunu. Trupulleikin er, at samanfallingar hava verið í jarðhitaholi, sum er borað, og tí hevur kommunan sett fyribils boribann í økinum, til jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar, sum lýsa vavið av samanfallingunum og møguligu avleingunum.
– Tórshavnar kommuna ynsir at kanna viðurskifitni gjølligari fyri at tryggja, at samanfallingarnar ikki koma at hava óysnktar fylgur fyri økið, skrivar kommunan í brævinum.
Kommunan greiðir í brævinum frá, at tá borað verður eftir jarðhita, verður borað niður um 200 metrar í jørðina. Hetta merkir at borurin skal ígjøgnum fleiri ymisk grótløg. Løgini kunnu vera ymisk: Nøkur løg eru sera føst og kompakt, meðan onnur løg hava meira leyst tilfar. Er talan um leyst tilfar, kann jarhitaholið lættliga fella saman, tí jarðarveggurin og grótið verður skolað burtur av vatninum í jarðhitaholinum. Hetta kann viðføra, at holrúm uppstanda har samanfallingarnar hava verið.
##med2##
Fyribils boribann mekir, at tað verða ongar jarðhitaboringar loyvdar í økinum til bannið verður avlýst aftur. Tað hevur við sær, at eingin fær boriloyvi til eina jarðhitaskipan, meðan boribannið er í gildi. Bannið er galdandi í eitt ár, ella inntil greiða er komin á støðuna.
Jarðfrøðiligar kanningar verða gjørdar fyri at fáa greiðu á vavinum av fylgjunum av at jarðhitaholini falla saman, hvønn týdning tað hevur fyri jarðfrøðina í økinum og hvussu jarðhitaboringarnar í økinum kunnu framtíðartryggjast.
Kommunan skrivar til íbúgvarnar, at um onkur teirra ætlar sær at fáa eina jarðhitaskipan, ber bert til at fáa boriloyvi játtað, tá ið boribannið er avtikið.
– Ynskja tit at fáa tykkum eina jarðhitaskipan í sambandi við, at allir oljutangar skulu skiftast, ber til at fáa freistina útsetta til tað ber til at bora aftur .
Býráðið skrivar, at tað kann væntast, at royndarboringar verða gjørdar í økinum sum partur av kanningararbeiðinum.