Zelenskyj: - Kreml lýgur

- Tíverri - og sjálvt í dag á degnum fyri samráðingum - síggja vit, hvussu Russland longu manipulerar, sigur Volodymyr Zelenskyj

 

Fyrr í dag upplýsti USA, at Russland og Ukraina vóru samd um at steðga við sínum álopum í Svartahavinum.

 

Fráboðanin kom úr Hvítu Húsunum, og sagt varð, at londini vóru samd um at tryggja skipaferðsluna á leiðini.

Seinni í dag visti Kreml at siga, at avtalan er treytað av, at revsitiltøk vestaneftir móti russiskum mati og handistøðum verða sett úr gildi.

 

Men, hesar útsagnir úr Kreml fullu ikki í góða jørð hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

 

Í sínari dagligu video-røðu til ukrainska fólkið í kvøld leggur hann Kreml undir at lúgva.

 

- Kreml lýgur, tá sagt verður, at vápnahvíldaravtalan um Svartahavið er treytað av, at revsititøk verða tikin burtur.

 

Og forsetin legði aftrat:

 

- Tíverri - og sjálvt í dag á degnum fyri samráðingunum - síggja vit, hvussu Russland longu manipulerar.

 

Ukrainski forsetin sigur, at Ukraina fer at gera alt, sum landið megnar, fyri at fáa avtaluna um Svartahavið at virka.

 

- Russland eigur at skilja, at um landið leypir á, verður harðliga svarað aftur, segði Volodymyr Zelenskyj í video-røðu síni í kvøld.

 

Amerikanski forsetin hevur eisini gjørt viðmerkingar til samráðingarnar í kvøld, og hann sigur, at góð gongd hevur verið í.

 

Donald Trump sigur eisini, at USA fer at hyggja nærri eftir russiska kravinum um at linka um revsititøkini móti landinum.