Seks HM-undankappingardystir vóru leiktir kring Evropa í kvøld.
Noreg hevur skorað níggju mál á útivølli í tveimum teimum fyrstu HM-undankappingardystunum í bólki I. Í kvøld vann Noreg 4-2 á Ísrael í Ungarn. Í sama bólki vann Estland tepran útisigur á Moldova.
Í bólki J eru Norðurmakedonia og Wales fremst við fýra stigum hvør. Liðini leiktu javnt í Skopje í kvøld. Í sama bólki vann Kasakstan á Liktinstein.
Í bólki L vóru Føroyar fyri súrum yvirtíðartapi í útidysti móti Montenegro. Í sama bólki vann Kekkia stórsigur á Gibraltar í Faro í Portugal.
Úrslit og málskjúttar:
Bólkur I:
Ísrael-Noreg 2-4 (0-1)
0-1 David Wolfe ('39 )
1-1 Mohammed Abu Fani ('55 )
1-2 Alexander Sorloth ('59 )
1-3 Kristoffer Ajer ('65 )
1-4 Erling Haaland ('83 )
2-4 Dor Turgeman ('93 )
Moldova-Estland 2-3 (0-2)
0-1 Rasmus Peetson ('19 )
0-2 Rauno Sappinen ('30 )
1-2 Ion Nicolaescu ('67 )
1-3 Mattias Kait ('70 )
2-3 Mihail Caimacov ('90 )
Noreg hevur seks stig. Ísrael og Estland hava trý stig hvør. Moldova og Italia hava einki stig. Italia hevur enn til góðar at spæla ein dyst í bólkinum.
Bólkur J:
Norðurmakedonia-Wales 1-1 (0-0)
1-0 Bojan Miovski ('91 )
1-1 David Brooks ('96 )
Liktinstein-Kasakstan 0-2 (0-2)
0-1 Maksim Samorodov ('42 )
0-2 Aleksandr Marochkin ('45 )
Norðurmakedonia og Wales hava fýra stig hvør. Kasakstan hevur trý stig. Liktinstein og Belgia hava einki stig. Belgia hevur enn ikki spælt fyrsta dystin í bólkinum.
Bólkur L:
Gibraltar-Kekkia 0-4 (0-1)
0-1 Vaclav Cerny ('21 )
0-2 Patrik Schick ('50 )
0-3 Pavel Sulc ('72 )
0-4 Jan Kliment ('95)
Montenegro-Føroyar 1-0 (0-0)
1-0 Edvin Kuc ('96)
Kekkia og Montenegro hava seks stig hvør. Føroyar, Gibraltar og Kroatia hava einki stig. Kroatia hevur enn ikki spælt fyrsta dystin í bólkinum.