Gøtan út á Nes liðug

Nú er gongugøtan av Agninum og út á Líðarenda liðug. Tó vanta nakrir beinkir, sum ætlanin er at seta upp eftir summarfrítíðina.

Í gjárvóru tekniski leiðarin og borgarstjórin í Nes kommunu ein túr eftir gøtuni, og sum myndirnar vísa, so er útsýnið sera vakurt og gott.

Nes kommuna vónar og væntar, at gøtan verður til gleði og gagns fyri nógvar borgarar.

Nes kommuna vil við hesum eisini takka KEH Sp/f v/Kaj Eli Hansen og tekniska toyminum hjá kommununi fyri gott arbeiði.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##