Ymisku arbeiðini inni í tunlinum ganga bæði skjótt og væl, og her er gongd í øllum, sum skal gerast, áðrenn tunnilin kann lata upp fyri almennari ferðslu. Myndir: Álvur Haraldsen.

Gongur bæði skjótt og væl í Sandoyartunlinum

- Nei, tunnilin verður ikki liðugur á ólavsøku. Tað verður ikki fyrr enn í desember. Tað rokni eg ikki við, sigur tunnilsstjórin, Teitur Samuelsen, brosandi.   

 

Ymisku arbeiðini inni í tunlinum ganga bæði skjótt og væl, og her er gongd í øllum, sum skal gerast, áðrenn tunnilin kann lata upp fyri almennari ferðslu. Myndir: Álvur Haraldsen.

Tað er nógv hent í Sandoyartunlinum, síðan seinasta skotið varð latið av fyri góðum ári síðan – ella hin 3. februar í fjør. Tá vórðu teir 10,8 kilometrarnir boraðir, sum longsti tunnil í Føroyum er langur. 

 

Nú var opið undir Skopunarfirði, og nú var í prinsippinum eisini koyrandi undir havbotninum millum Sandoynna og Streymoynna. 

 

Longu sama seinnapart, sum tunnilin varð skotin ígjøgnum, koyrdu bussar hjá Finnleifi Fagradal nakrar leigutúrar ígjøgnum tunnilin við arbeiðsfólki og fólki knýtt at tunnilsbyggingini.   

 

Men, hvussu sær út í dag, nú stívliga eitt ár eftir, at Sandoyartunnilin varð skotin ígjøgnum? 

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin og sum fæst til keyps í sølubúðunum, eru fýra síður um Sandoyartunnilin. Blaðið hevur verið ein túr ígjøgnum tunnilin saman við stjóranum, Teiti Samuelsen. 

 

Tað, sum vit dugdu at síggja, er, at ymisku arbeiðini inni í tunlinum ganga bæði skjótt og væl, og her er gongd í øllum, sum skal gerast, áðrenn tunnilin verður liðugur og kann lata upp fyri almennari ferðslu.   

 

Men, hetta eru velduga stór arbeiði, sum skulu fáast frá hondini, tá farast skal um ein so langan tein. Sum náttúrligt er, bíða fólk í Sandoynni spent og kanska eitt sindur ótolin eftir at vita, nær tunnilin letur upp. 

 

Men, tað vita tey flestu, hóast tey helst vildu hoyrt okkurt annað. Flestu vita, hvat sáttmálin millum P/F Eystur-og Sandoyartunlar og NCC sigur, men kortini verður dúgliga spurt og fregnast.

Sáttmálin sigur, at Sandoyartunnilin verður liðugur við ársenda í 2023, men tey eru mong sum vóna, at tunnilin letur upp nakað fyri tíð. Tey mest optimistisku droyma enntá um, at koyrandi verður undir Skopunarfirði longu á ólavsøku í ár!

 

##med2##

 

Á ferðini gjøgnum Sandoyartunnilin fekk tunnilsstjórin sjálvsagt eisini spurningin, um tunnilin letur upp fyri tíð, men tað fært tú ikki Teit Samuelsen at siga.  

- Nei, tunnilin verður ikki liðugur á ólavsøku. Tað verður ikki fyrr enn í desember. Tað rokni eg ikki við, sigur tunnilsstjórin brosandi.   

 

Lesið forvitnisliga frásøgn um Sandoyartunnilin - hvat er gjørt, og hvussu nógv er eftir at gera, og her eru eisini fleiri myndir frá ferðini gjøgnum tunnilin saman við tunnilsstjóranum.

 

Um hesa leinkju síggjast fleiri myndir úr Sandoyartunlinum - https://www.in.fo/news-detail/myndir-soleidis-saer-sandoyartunnilin-ut-i-dag-1

 

 

 

 

 

Ymisku arbeiðini inni í tunlinum ganga bæði skjótt og væl, og her er gongd í øllum, sum skal gerast, áðrenn tunnilin kann lata upp fyri almennari ferðslu. Myndir: Álvur Haraldsen.

Tunnilsstjórin, Teitur Samuelsen, letur væl at gongdini í Sandoyartunlinum.