Grannakaffi í Løkshøll

Birkblog: Meðan tónleikakvinnur og tónleikamenn á Facebook eru um at slíta heysin av hvørjum øðrum eftir Vikuskiftissendingina í Útvarpinum í fyrradagin, ja og ein politikari kunngerð, at mest brúkti tónleikari í Føroyum er eitt svín, so hava Kongshavnar Kvinnufelag, Bókasavnið við Løkin og Løkshøll í sambandi við Femifagnaðin og Spæl Føroyskt vikuna dekkað upp til grannakaffi á sløttum gólvi við konsert og práti við Anniku Hoydal, sum í heyst verður fýrs og hevur livað eitt langt lív við tónleiki.

 

Heitið á tiltakinum er Nú ert tú aldan. 

 

Í dag er hon aldan, ið hevur sett spor í sjógvin á føroyska mentanarpallinum, hevur verið slóðbrótandi tónleikari og sjónleikari og ein fyrimynd í einari tíð, tá ið ungar føroyskar kvinnur bert tordu at droyma um at ganga aðrar leiðir enn tær siðbundnu. 

 

- Vit fagna altjóða kvinnudegnum við einari fjálgari og forkunnugari kafékonsert, har Annika verður Aldan, sum dregur okkum, eigur okkum og kanska rekur okkara hjørtu á flot, sigur Urd, sum skipar fyri.

 

Lesið meira birkblog við at trýsta her